Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv – liðkappingin í 2. deild: KTF helst bronsu í 2. deild eftir 2-2 ímóti oddaliðnum

(Oliver Joensen)

Esbern Christiansen gekk enn einaferð á odda við at vinna sítt talv, tá 2. deild hjá Kl. Talvfelag gav sandavágsmonnum sterka mótstøðu í 2-2 dystinum í Skákinum, sum var nóg mikið til at tryggja gestunum uppflyting í 1. deild næsta ár.

Teir hava telvað heilt væl á 2. liði hjá KTF – ikki minst í seinastuni.

Egil fingið góð
úrslit í síðstuni.

Sunnudagin var Egil Finsson fyrstur liðugur við sítt talv.
Hann hevði hvíta fólki á 4. borði yvir av Jónfinni Thomsen.
Tað eydnaðist Egili at fáa 2 menn fyri rók, og hildu aðrir, at hann stóð eitt sindur betur, tá tíðarneyðin byrjaði at gera vart við seg.
Støðan var tó somikið ógreið í talvinum, at hann og Jónfinn samdust um remis.

Rani Baldursson
framvegis ikki tapt.

Rani Baldursson, sum telvaði á 3. borði, var næstur at slutta av.
Hann hevði svarta fólkið ímóti Sonna Nielsen í hesum talvinum, sum eisini endaði javnt.
Talan var um eitt rímiliga javnt talv. Tá tað nærkaðist tíðarneyðini, hevði Rani umleið 7 minuttir á klokkuni, meðan mótstøðumaðurin hevði 5 min.
Rani kundi tí kanska havt roynt víðari, men valdi tó at taka remis.

So var 1-1.

Aftur ein sigur til
Esbern Christiansen

Triðja talvið, sum bleiv liðugt, fall til fyrimunar fyri heimalðið.
Esbern Christiansen var telvarin hjá KTF við bestu úrtøkuni seinasta vikuskiftið, og aftur hesaferð gekk hann á odda í so máta.
Hann hevði hvíta fólkið á 2. borði ímóti Rógva Jacobsen. Teir stóðu rímiliga javnir í talvinum, til Esbern fekk í lag eitt álop, sum noyddi vágamannin at geva seg yvir.
Eitt flott talv av Esbern Christiansen, sum harvið legði KTF framum 2-1 í dystinum.

Landskrona-hetjan
sigraði á Finnbjørn.

Finnbjørn Vang var eitt sindur óheppin at missa ein mann í byrjanini av talvinum ímóti Torkili Nielsen á 1. borði
 Stutt eftir eydnaðist tað honum at vinna mannin aftur, men Landskrona-hetjan dróg kortini tað longra stráið og vann talvið, sum annars var rímiliga javnt.
Aftan á talvið helt Finnbjørn sjálvur, at hann helst hevði spælt ov nógv fyri at vinna heldur enn upp á javnleik.

Sandavágur er í
1. deild næsta ár.

Sostatt gjørdist úrslitið av dystinum 2-2, sum er eitt gott úrslit hjá KTF, tí hetta er fyrstu ferð síðani 1. umfar, at Sandavágur ikki vinnur.
Annars gjørdist greitt eftir úrslitini, at Sandavágur hava vunnið 2. deild í vetur og flyta tí upp í 1. deild næsta ár. Tillukku við tí!!

Úrslitini
9. umfar:

Havnin 2 – Runavík 1½-2½
Klaksvík 2 – Sandavágur 2-2
Havnin 3 – Vestmanna 2 ½-3½

Støðan nú bara
1 umfar er eftir:

1) Sandavágur 26 stig
2) Runavík  21 stig
3) Klaksvik 2 19 stig
4) Havnin 2  15½ stig
5) Vestmanna 2 15½ stig
6) Havnin 3  11 stig

Við hesum er líkt til, at Kl. Talvfelag fær eitt bronsupláss í 2. deild í vetur, sum má sigast at vera eitt flott úrslit fyri næststerkasta liðið hjá felagnum.