Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur áhugi fyri handilssentri í Klaksvík

Oliver Joensen

Hóast býráðið sum skilst hevur í minsta lagið tríggjar umsøknir liggjandi um at sleppa at byggja handilssentur í miðbýnum í Klaksvík, so er ikki nógv, sum fæst at vita um samráðingarnar.

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri váttar fyri Norðlýsinum at fleiri umsøknir eru til eitt handilssentur í miðbýnum. Samstundis sigur Steinbjørn Jacobsen, at býráðið ætlar at fylgja miðbýarætlanini og hetta hevur við sær at tað verður eitt stórt og snotuligt sentur, ið verður bygt í miðbýnum.
Sambært býarætlanini, so verður sentrið bygt beint sunnanfyri núverandi Statoilstøðina. Hetta hevur við sær, at nógv skal fyllast út á økinum.
Í dag er fyri størsta partin sjógvur ídag, har handilssentrið skal byggjast, men býráðið ætlar at brúka grót úr undirsjóvartunnlinum at fylla út á økinum. Lendið er sera bleytt har útfyllingin skal gerast og tí verður roknað við í býráðnum, at móðran fyrst verður grabba upp og síðani verður grótið fylt í aftur. Hetta verður gjørt fyri at lendið skal seta seg skjótari, soleiðis at møguleiki verður fyri at lata eitt handilssentur upp her um somu tíð sum tunnilin letur upp.

Bíða eftir útspæli
Steinbjørn Jacobsen sigur víðari, at støðan í løtuni er hon, at býráðið hevur havt samráðingar við ein umsøkjara og bíðar eftir svari frá teimum í løtuni.
Sjálvt um Norlýsið roynir at fregnast um hvørjir umsøkjararnir eru, so bar tað okkum ikki til at fáa Steinbjørn at siga nakað sum helst um hetta.
Aðrarvegir frætta vit tó, at ein partur eru lokalar kreftir í Klaksvík, sum hava tikið seg saman og eisini frætta vit at Keypssamtøkan, sum í mong ár hevur ligið fram við at fingið grundøki í Klaksvík til útbygging av handlinum, eisini er ímillum umsøknirnar í býráðnum.
Uppá fyrispurning okkara um tíðarætlan, sigur Steinbjørn Jacobsen, at tað er sera átrokandi at samfelagið her er til reiðar tá undirsjóvartunnilin letur upp. Tí er ætlanin at bera so í bandi at eitt handilssentur í Klaksvík kann lata upp í seinasta lagi tá undirsjóvartunnilin um Lorvíksfjør verður tikin í nýtslu.