Eftir hálvleiksstøðuna 13-9 til Stjørnuna vunnu klaksvíkskvinnur útidystin ímóti Tjaldri við málmuninum 20-18 og hildu harvið fast í oddaliðunum báðum, VÍF og VB, sum bæði eisini vunnu sínar dystir.
Stjørnan var á odda meginpartin av dystinum í Runavík sunnudagin, har Natasja Stamenkovic gjørdi 9 mál, meðan leikandi venjarin, Danijella Ercevic hesa ferð fann meskarnar 6 ferðir.
Hinir báðir 1. deildardystirni vóru VÍF-Kyndil 29-22 og Neistin-VB 19-23 (9-11).
Støðan í sterkastu kvinnudeildini er nú henda:
VÍF 13 stig
VB 13 stig
Stjørnan 10 stig
Kyndil 8 stig
StÍF 7 stig
Neistin 5 stig
Tjaldur 3 stig




