Ólagaligt veður hevur verið í seinastuni . Onki løgið er í hesum, tí hávetur er.
Á Pálsmessu var ein skái, og tá fóru menn úr Klaksvík í Kalsoynna at hjálpa Mikladalsmonnum at tekja Innistovu. Felagshúsið fyri oynna hjá Mikladals sóknar fráhaldsfelag. Væl gekk hjá teimum og alt var fest, áðrenn fyrsta nosið kom við vindi og regni.




