Tað er ikki bert príshækkingar í ferðaseðlunum hjá Strandferðsluni, sum útjaðarin í Føroyum nú skal knógva undir.
Hækkingingarnar í fluttningi og avtøka av stuðli til fluttning, líkjast meira einum nýggjum samgonguskjali.
Hevur útjaðarin nú fingið mønustingin av løgtinginum?
Tað er heilt ófatuligt, at nakar tingmaður í og ættaður úr útjaðarunum er so undirbrotligur, sum tað tikist at tingmenn hjá samgonguni eru.
Tað er ikki bert ferðaseðlaprísirnir sum hækka, men eisini farmagjald og somuleiðis er studningur til fiskaflutning lækkaður. Alt hetta er steinur omaná byrðu, hjá vinnuni og teimun sum búðleikast í útjaðarinum.
Við hesari avgerð hevur løgtingi, skert møguleikarnir hjá útjaðarinum munandi og kann hetta bert verða tekin um at eitt nýtt samgonguskjal er skriva, har menning av útjaðarinum er strikaður í tekstini.
Vónandi er hetta ikki so, men tað fer so tiðin at vísa.
Finnleif Guttesen
Tvøroyri




