Eftir 3-1 sigurin í Hvalvík leygardagin settust teir sterkastu telvararnir hjá Klaksvíkar Talvfelag aftur við talvborðini sunnudagin, nú á heimaborðum móti kollfirðingum, og sterka gongdin helt fram, tí teir vunnu aftur 3-1 og eru nú einasamallir á odda í 1. deild.
Hans Kristian og Ólavur,
2 av okkara allarfremstu.
Í løtuni skipar Havnar Telvingarfelag fyri eini talvkapping, har millum aðrar Ólavur Simonsen luttkur. Í einum av fyrstu umførunum í hesi kappingini telvaði hann ímóti Hans Kristiani Simonsen, sum vann tað talvið.
Sunnudagin sat sami maður yvir av Ólavi í Skákinum við 1. borð í liðkappingardystinum millum Klaksvík og Kollafjørð.
Tað var tí ringt frammanundan at spáa um úrslitið millum hesar báðar talvúrmælingarnar, sum av sonnum eru tveir av okkara allarfremstu at telva.
Brúkti nógva
tíð og vann!
Frá byrjan í dystinum tóktist Ólavur at vera sera konsentreraður. Hann brúkti lutfalsliga nógva umhugsunnartíð og tað skuldi eisini vísa seg at geva úrslit.
Í byrjanini ofraði hann eina finnu fyri spæl, men samanlagt var støðan nokkso jøvn: Ólavur hevði rímiliga gott spæl, men Hans Kristian hevði eina finnu meir.
Men so fekk Ólavur eitt frambrot. Hann legði upp til frúgvauppbýti, sum gav honum ein avgerandi fyrimun, tí samstundis fekk hann ein rók frá Hans Kristiani.
Eftir hetta hevði kollfirðingurin einki fólk eftir, og eftir 25 leikir valdi hann at gevast.
Tá sigurin var vunnin, hevði Ólavur brúkt óvanliga nógva tíð til sínar 25 leikir, tí meðan Hans Kristian hevði ein heilan tíma eftir til at koma upp á 40 leikir, so hevði Ólavur einans 17 minuttir.
Men rætt var satsað hjá klaksvíkinginum hann hevði vunnið og harvið lagt KTF framum 1-0.
Rani og Torbjørn tveir
fyrrverandi FM-vinnarar.
Næstir at gera dystin av sínamillum vóru Rani Nolsøe og Torbjørn Thomsen, sum sótu við næst sterkasta borði.
Sum fyrrverandi einstaklingaføroyameistarar eru hesir báðir menninir ikki hvørjir sum helst í føroyskari telving ein spennandi uppgerð millum tveir royndar telvarar.
Býttu stigið
eftir 4 tímar.
Rani kom betur frá byrjan og tóktist hava gott mót um støðuna, tá byrjunartalvið var av.
Áðrenn teir býttu tað nógva av fólkinum av, stóð hann framvegis betur, og hevði sambært onkrum av eygleiðarunum ein møguleika at vinna talvið, tí møguleikar vóru hjá honum at taka nakrar av finnunum hjá kollfirðinginum.
Men tá royndirnar hjá mótstøðumanninum eru drúgvar, kennir hann eyðvitað eisini fleiri útvegir úr trongstøðum.
Í øllum førum gjørdist úrslitið av uppbýtinum, at teir báðir komu at standa við einum róki og 2 finnum í part, sum sambært teimum kønu er eitt greitt remis, og tað gjørdist eisini úrslitið av talvinum, sum vardi umleið 4 tímar.
Harvið var støðan 1½-½ til KTF.
Tummas Martin
vann á 3. borði.
Talvið á 3. borði var eisini tað triðja til at verða avgjørt.
Undir vanligum umstøðum hevði tað verið Finnbjørn Vang, sum sat her fyri KTF tað gjørdi hann dagin fyri (leygardagin) í útidystinum í Hvalvík men sunnudagin hevði Finnbjørn fingið útróðrarboð, og so varð Tummas Martin Anthoniussen fluttur frá 4. upp á 3. borð.
Í Tummasar stað sat Ingolf Gaard við 4. borð. Ingolf situr vanliga við 1. borð hjá 2. deild.
Tummas Martin, sum hevði svarta fólkið ímóti Eyðálvi Johannesen, vann rímiliga tíðliga í talvinum ein kvalitet frá kollfirðinginum.
Tá av tornaði, vísti hesin fyrimunurin seg at vera avgerandi fyri sigurin hjá klaksvíkinginum, men tað var kortini ikki heilt uttan dyst, tí ta einu løtuna var vandi fyri, at Eyðálvur kundi blíva við at skáka (ævigt skák), sum hevði givið honum remis.
Tað eydnaðist kortini Tummas Martini at snúgva sær undan skákingini og so telvaði hann seg til sigurs.
Hetta var ein hugalig løta, tí við hesum sigrinum kom KTF upp á eina 2½-½ leiðslu oddasessurin í 1. deild var nú í eygsjón.
Ingolf og Grettir
remis eftir 6 tímar.
Sum nevnt, var tað Ingolf Gaard, sum sunnudagin sat klaksvíksmegin við 4. borð hjá 1. deild.
Hann hevur í seinastuni telvað heilt væl, og kom eisini væl frá byrjanini í hesum talvinum, har hann hevði hvíta fólkið ímóti Grettiri Djurhuus.
– Eg burdi vunnið eg stóð betur men fekk ikki nóg nógv burtur úr tí, ásannaði hann eftir dystin.
Ímóti endanum av hesum drúgvasta talvinum í dystinum, býttu teir tað nógva av fólkinum upp og komu eftir tað at hava hvør sín bisp og 5 finnur í part.
Framvegis stóð Ingolf eitt sindur betur, men nú var fyrimunurin ikki nóg stórur til at vinna talvið, sum sostatt endaði við remis eftir 55 leikir og 6 konsentreraðar tímar við talvborðið.
Tá talvið var av, hevði Ingolf bara 3 minuttir eftir á klokkuni, og Grettir hevð ikki stórt meira: 5 minuttir, so her var stríðst til seinastu løtu.
Við javnleiki í hesum seinasta talvinum gjørdist endaliga úrslitið av dystinum 3-1 til nýggja oddaliðið í 1. deild: Klaksvíkar Talvfelag.




