Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NM-luttøkan hjá Rana Baldursson: Rani vann einki stig í sjálvum NM men skoraði 50% í snarkappingini

(
John Færø)

Áðrenn kappingina segði 16 ára gamli Rani Baldursson seg ikki rokna við nøkrum serligum úrslitum ímóti sterku mótstøðuni. Tó var hann neyvan heilt nøgdur við einki stig at vinna í kappingini, og mundi koma væl við, at hann í tí eftirfylgjandi snarkappingini vann 3 av 6 møguligum stigum.

Tað kundi havt gingið eitt sindur betur við NM-luttøkuna hjá Rana Baldursson seinasta vikuskiftið – eingin ivi um tað – men hinvegin var hetta júst tað, sum Rani sjálvur hevði ávarað um frammanundan, tí hann roknaði við, at mótstøðan fór at vera sterk …. og tað vísti hon seg eisini at vera.

Eitt stórt lop
fyri teir flestu.
Úrslitið hjá Rana og sum heild hjá føroysku telvarunum í hesi kappingini boðar frá, at tað er ein rímiliga stórur munur á mótstøðuni, sum telvararnir dagliga fáa her heima, og henni, sum teir møta í norðurlandameistarakappingum.
Ikki tí – onkrir av føroysku telvarunum vóru við í oddastríðnum í kappingini, og tveir føroyingar vunnu eisini bronsu-heiðursmerki í teirra bólkum. Hesir vóru Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði, sum endaði triðovastur í elsta bólkinum (18 ár), og Rógvi E. Nielsen úr Sandavági, sum gjørdist nr. 3 í yngsta bólkinum (10 ár).
Eingin ivi er um, at føroysku telvararnir kunnu gera sær virðismiklar royndir í slíkum kappingum, men samstundis lúrir vandin, at teir kunnu missa mótið av at tapa ov nógvar dystir – vónandi er hetta tó ikki aktuelt, tí menningin og framgongdin hjá føroyskum telvarum er rættiliga eyðsýnd í løtuni.

Rani kundi
fingið remis.

Hóast evnaríki telvarin úr Klaksvík hesaferð tapti øll síni talv í sjálvari NM-kappingini, so kundi hann við eitt sindur av hepni havt fingið okkurt heilt ella hálvt stig til høldar.
Eitt nú bjóðaði mótstøðumaðurin hjá honum í 3. umfari (leygarmorgunin) remis, men við tað at Rani metti seg at standa betur, tók hann ikki av – tíverri, mugu vit siga, tí tá av tornaði helt fyrimunurin hjá honum ikki, og hann tapti hetta talvið.

Reistist aftur í
snarkappingini.

Beint eftir NM-kappingina varð skipað fyri eini snarkapping, har allir telvararnir í kappingini vóru í einum og sama bólki.
Eftir ósigrarnar mundi Rani neyvan kenna seg so sterkan, men hann megnaði allíkavæl at reisa seg aftur, tí her eydnaðist tað honum at vinna 3 av teimum íalt 6 dystunum.
Hetta gav honum 3 stig og eitt pláss sum nr. 24 av íalt 44 luttakarum.