Tað vóru aftur tvey skerd B36- og KÍ-lið, sum møttust í Gundadali leygardagin, har heimaliðið hevði betra spælið frammi og tí vann dystin. Úrslitið gjørdist 2-0 til B36.
Umframt landsliðsleikararnar – Hjalgrím Elttør, Atla Danielsen og Rúna Elttør – var KÍ eisini skert av, at m.a. Ovi Nysted ikki var við í Havn leygardagin.
Hinvegin var B36 heldur ikki fullmannað, so tað er avmarkað, hvat úrslitið sigur um veruligu styrkina hjá hesum báðum liðunum.




