Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, meistaradeildin kvinnur: Nú sær eitt sindur svart út hjá Mjølnirkvinnum at fáa ÍF aftur

(
John Færø)

Í steypafinaluni herfyri vunnu TB-kvinnur á ÍF, men sunnudagin eydnaðist tað kvinnunum úr Fuglafirði at fáa ”hevnd” við at vinna 3-2 suðuri í Trongisvági, og so hjálpti tað einki hjá Mjølni, at tær vunnu trygt á KÍF.

Hóast tað er øgiliga tætt í oddanum í fremstu kvinnudeildini í flogbólti, so fingu FM-vónirnar hjá Mjølnir-kvinnum eitt skot fyri bógvin sunnudagin.
Ikki tí – tær vunnu sín dyst bæði trygt og væl ímóti KÍF og gjørdu harvið sín part.

Men tær høvdu eisini brúk fyri hjálp frá TB, sum samstundis leikti á heimavølli ímóti oddaliðnum ÍF.
Tíverri fyri Mjølnir fingu tær ikki hesa hjálpina frá tvørakvinnum, tí ÍF vann hendan dystin suðuri í Trongisvági 3-2.

Hetta gjørdi, at ÍF varðveitti oddasessin, eitt stig framman fyri Mjølnir, sum er nr. 2 á stigatalvuni.

Framvegis kann alt henda, men nú bara 2 umfør eru eftir, er møguleikin kortini farin at minka.

Serliga tá hugsað verður um, at dystirnir, sum ÍF hevur eftir, eru ímóti Drátti á útivølli tann 9. mars og so tann 14. mars ímóti botnliðnum KÍF á Kambsdali.

Sjálvandi skal Dráttur ikki undirmetast – tað er ikki ógjørligt, at tær vinna á ÍF, men neyvan kann ÍF metast sum nakað annað enn favorittur at vinna báðar sínar írestandi dystir og harvið eisini FM-heiti í føroyskum flogbolti.

Dystirnir, sum Mjølnir-kvinnur hava eftir, eru ímóti TB tann 8. mars og tann 15. mars ímóti Fleyr.

ÍF er nú eitt stig frammanfyri Mjølnir og fýra stig frammanfyri TB, nú tveir dystir eru eftir at leika.

Støðan meistaradeild kvinnur:
1) ÍF           22 stig
2) Mjølnir    21 stig
3) TB          18 stig
4) Dráttur    11 stig
5) Fleyr         5 stig
6) KÍF          1 stig

Harleywoodpaint