Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lundaveitsla á Hotel Norð

John William Joensen

Leygardagin 5. apríl, skipar Hotel Norð aftur fyri einum av vælumtóktu tiltøkunum á hotellinum á Viðareiði.

Hotel Norð hevur sum kunnugt skipað fyri nógvum vælumtóktum tiltøkum gjøgnum tíðina, men hetta er aðru ferð at Hotel Norð skipar fyri eini "Lundaveitslu".
Sagt verður av Hotel Norð at kvøldið byrjar kl. 19.00 stundisliga har borðhald fyrst er á skránni. Á matarseðilinum er ein forrættur av fiskaúrdráttum og síðani verður høvuðsrætturin steikt lundabringa við øllum góðum tilhoyri.
Undir borðhaldinum verður skipað fyri felagssangi v/Heina Ziska o.ø., skemti og undirhaldi við Óla Olsen og Mogens Højsted.
Science Fiction fer síðani at spæla til dansin, ið byrjar áleið á miðnátt.

Bussamband
sum altíð
Hvørjafer Hotel Norð hevur skipað fyri líknandi tiltøkum, so hevur samstundis verið skipað fyri bussambandi til og frá veitsluni.
Í so máta er hendan veitslan einki undantak. Bussurin koyrir frá bókasavninum í Klaksvík kl. 18.30 og aftur í samband við dansin koyrir bussur frá bókasavnunum kl. 23.30.
Eftir tiltakið, kl. 04.00, koyrir bussur so frá hotellinum aftur til Klaksvíkar.

Sjavs
Annars biðja tey á Hotel Norð okkum siga frá, at í kvøld, fríggjakvøldið, verður sjavskapping á hotellinum kl. 19.00.