Seks mans eru við Hallarkletti harav fimm eru úr Klaksvík. Rúni Niclasen, skipari sigur, at teir nú fyrst fara til Fuglafjarðar og síðani gongur leiðin til Egersund í Noregi og hagani á Fiskileið
Menninir, sum eru við Hallarkletti hendan túrin eru Rúni Niclasen, skipari, Thorvald Thomsen, stýrimaður, Hans Michael á Fløtti, maskinmeistari, Leif Niclasen, 2. meistari, Mourits Damberg úr Havn bátsmaður og síðani Jákup Mikkelsen (pápi Rúna), sum er kokkur.
Tað er Kongshavnar Trolarafelag, við Bjarta Mohr, ið eigur Hallarklett. Hallarklettur fer fyrst á Fuglafjørð at leggja eitt trol upp, síðani verður farið til Egersund í Noregi eftir nýggjum troli, og hagani gongur leiðin í ES sjógv vestanfyri Írland á svartkjaftaveiðu.
Rúni sigur, at í gjár ljóðaði frá góðum fiskiskapi har á leiðini. Hitt skipið, teir skulu samtrola við, Norðbúgvin gjørdi eina roynd í gjár og 300 tons vóru í, so sigast má, at tíðindini av fiskileiðunum hjá Hallarkletti vóru góð, nú teir fóru av Klaksvík ímorgun, leygarmorgunin.




