Tað sær út til, at neyðugt verður at minna Eyðgunn Samuelsen á, at hóast alt, hendi ikki so lítið í 1970unum,80unum og 90unum. – Hesar útbyggingar eru ídag grundarlagið hjá núsitandi býráðssamgongu, tí sterka síðan hjá samgonguni er ikki júst nýhugsan, langtíðarætlanir
og langtíðarfíggjarætlanir.
Í samband við grein Eyðgunn Samuelsen skrivaði í Norðlýsið 28. február, sum skal eitast aftursvar til tað eg skrivaði um "skeivan búskaparpolitikk mótvegis kommunum viðvíkjandi íløgukarmi, sum kann gera, at rakstraríløgurnar vaksa órímiliga uttan at tørvandi útbyggingar verða framdar", fari eg at hefta meg við tvey fyribrigdi hon sipaði til, "langtíðarætlanir og langtíðarfíggjarætlanir".
Tá fólk eru blonk søguliga, ella í øllum førum lata sum um, verður skrivingin ofta ikki annað enn ruðuleiki, og av teirri orsøk, at Eyðgunn Samuelsen bara elegant leypur upp um nakrar søguligar veruleikar, fari eg at minna á nakað av tí, sum hent er á útbygg-ingarøkinum í Klaksvík, og tær langtíðarætlanir, sum ídag koma Klaksvíkini væl við.
Fyrstu fimm dømini
Fyribils fari eg bert at koma við fimm av tíggjutals dømum av útbyggingum, sum framdar vórðu m.a. í 1980unum. Hetta verður helst ein longri greinarøð, har til seinast verður tikið saman um:
1. Vestara havnarøki varð byrjað í 1979/80. Havnarbyggingin varð endaliga framd 1984. Kostnaðurin var tá uml. 35 mió. kr. Henda útbygging hevði ídag kostað omanfyri 60 mió. kr. – Allir klaksvíkingar kenna týdningin av hesi útbygging, og hvørjar inntøkur og tað virksemi hetta hevur givið Klaksvíkini.
2. Í 1980unum vórðu útstykkjað uml. 200 grundstykki – eg endurtaki 200 – umframt, at øll útstykkingin á Brekku varð gjørd liðug við gongubreytum, asfalti, kloakkviðurskiftum, gøtuljósum o.s.fr.
3. Grótbrotið, sum lá illa fyri á Bumshamri, varð í 1980unum flutt norður á Strond. Kostnaðurin var 15 mió. kr. íroknað onkrar nýggjar maskinur.
4. Farið varð í 1990unum veruliga undir royndir at nøkta barnaansingina, við keypi av húsum á Brekku og leiga á Kjalarvegi. Lunnar vórðu lagdir undir Útibarnagarðin, bert fyri at taka trý dømi. – Eyðgunn Samuelsen sat tá í minniluta, meðan Jógvan Lützen var formaður í Sosialu Nevnd.
5. Byrjað varð við at fáa til vega eina býarætlan í 1970unum. Hesi ætlan varð arbeitt við, og var hon endaliga góðkend í 1987. – Áhugaverda og hugsjónarliga miðbýarætlanin, sum nú verður bygd eftir og sum stórar ætlanir eru við, varð gjørd og samtykt í 1980unum.
Hvar eru so lantíðarætlanirnar hjá Eyðgunn Samuelsen?
Fyri at gera nakrar viðmerkingar til omanfyrinevndu átøk skal sigast:
1. Eingin nýhugsan hevur verið innan havnarbygg-ing, síðani vit settu ar-beiðið við útbyggingini í Ánunum í verk í 1999, hóast stóran tørv. Her gongur frameftir men ov seint, hóast hendinga góðar skattainntøkur.
2. Nú helst bert gott ár er eftir hjá núsitandi samgongu, væl at merkja um hon ikki heldur fram, eru bert 24 grundstykki útstykkjað á Helnabrekku, og grundarlagið undir hesi útstykking er arbeiðið, sum varð gjørt í 1980unum.
3. Vit vita, at grótbrotið skal flytast aftur í næstu framtíð. – Einki er gjørt fyri, at hetta kann verða framt, uttan tær kanningar, sum gjørdar vórðu í 1980unum. – Hetta kann koma Klaksvíkini sera illa við.
4. Í barnaansingartáttinum eru eingir nýggir tónar, uttan at hildið verður fram á somu rás, sum løgd varð í 1990unum, tá dik kom á við royndunum at nøkta barnaansingartørvin. Tað er bert ein skylda, at arbeiðið heldur fram. Men her eru vænt-andi nýggj átøk og nýhugsan.
5. Vit vita, at fasta sambandið millum okkum og meginlandið er veruleiki um tvey ár. Einki er gjørt við nýggjum útstykkingum viðvíkjandi skrivstovubygningum o.l., sum lagt varð upp til á Gerða-bø í 1980num. – Vit gerast eftirbátur á hesum øki. Tað er sjón fyri søgn, at her er tørvur á.
Takksamt at sápla niður tað onnur hava framt
Tað má tí sigast at vera djarvt, hjálparleyst fyri ikki at siga primitivt, einki annað at hava at leggja eftir, enn at sápla alt niður, sum gjørt hevur verið hesi árini, uttan tó at hava nakað veruligt nýtt í skjáttuni.
Um Eyðgunn Samuelsen ikki hevur fingið hetta við, vita onnur, at tað núsitandi samgonga byggir á, eru júst útbyggingarnar og ætlanirnar, sum serliga vórðu framdar í 1980unum. Men tørvurin á útbyggingum er nógv størri, enn hon dugir at geva sær far um. – Tað er bert harmuligt, at neyðugt er við hesum upplýsingum yvirfyri einum býráðslimi.
Jógvan við Keldu
býráðslimur




