Føroyska svimjilandsliðið luttekur um vikuskiftið í eini svimjikappingini Køge Open 2003, har ikki færri enn 700 svimjarar úr 30 svimjifeløgum úr Danmark og Svøríki verða við. Ægir hevur 2 svimjarar við í hópinum.
Týsdagin fór eitt ferðalag av umleið 50 føroyingum við flogfari niður til Danmarkar, har føroyska svimjilandsliðið um vikuskiftið skal luttaka í eini stórari svimjikapping.
Hetta er liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar, sum verða í juli mánað á Guernsey.
Ein av ferðaleiðarunum á túrinum er Elin Matras úr Klaksvík.
Ægir luttekur við 2
av íalt 34 svimjarum.
Tað er ein sokallaður brutto-landsliðshópur, ið er farin niður til Køge og Herfølge at venja og kappast við aðrar svimjarar.
Samanlagt telur hópurin 34 svimjarar úr Føroyum, har Svimjifelagið Ægir eigur teir tveir.
Kristian Olsen og Natalia Reinhardt eru tey útvaldu úr Klaksvík, sum sjálvandi ikki er nakað stórt tal, men ivaleyst er hetta ein byrjan, soleiðis at talið av landsliðssvimjarum úr Ægi verður størri seinni.
Umframt tey bæði úr Ægi eru 4 svimjarar av Tvøroyri, 3 úr Fuglafirði, 4 úr Gøtu, 4 av Toftum og so eru heilir 17 svimjarar úr Havn.
Meir um tey bæði og kappsvimjing í blaðútgávuni fríggjadagin.




