Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypakappingin: KÍ – EB/Streymur 0-4 (0-3): KÍ sjokkbyrjan í steypakappingini

(
John Færø)

Søgan endurtók seg á ársins fyrsta leiksdegi hjá KÍ. Í fjør var tað Skála sum gav KÍ ein rættiligan skelk, og í ár var tað eitt væl mannað og ikki minni væl leikandi EB/Streymur-lið, sum setti KÍ skák og mát í Djúpumýru.

Einki tóktist vilja ganga eftir vild hjá KÍ á ársins fyrsta leikdegi í dag (leygardagin), tá fyrstu dystirnir í bólkaspælinum í steypakappingini vórðu leiktir.

EB/Streymur
framúr sterkt.

Tað var eitt sera væl mannað og ikki minni væl leikandi lið úr Sundalagnum, sum møtti upp í Djúpumýru.
Millum leikararnar á liðnum eru nógv kend fótbóltsnøvn, harav summir fyrr hava leikt við KÍ.
Framman fyri klaksvíkingin Gunnar á Steig, sum vardi málið hjá gestunum, vóru millum aðrar Andrzej Pacek (fyrrverandi KÍ) og Egil á Bø (Zachariasen) fyrrverandi B36.
Á miðvøllinum sóust millum aðrar Marek Wierzbicki (fyrrverandi KÍ) og Ronnie Samuelsen (fyrrverandi B36).
Mest ræðandi tóktist álopið hjá EB/Streymi at vera. Har leiktu útlendingurin Sorin Angell og Magni á Lakjuni (fyrrverandi HB og B36).

Ágangandi og
dekkaðu tætt.

Eitt av eyðkennunum fyri hendan dystin var, at leikararnir á vitjandi liðnum vóru sera ágangandi í sínum álopsleiki.
Hetta gjørdi seg galdandi allan dystin, bæði tá teir sjálvir høvdu bóltin, men eisini, tá KÍ-ararnir royndu at fáa spælið á glið, vóru gestirnir støðugt á teimum og jagstraðu teir heilt fram til KÍ-baklinjuna.

Alexander Djordjevic
manglaði í miðverjuni.

Burtursæð frá Arnoldi og Fríðanum, sum eru komnir aftur frá B68, so hevur KÍ í ár einki gjørt fyri at fáa nýggjar leikarar, til dømis úr útlandinum.
Hetta er ein av orsøkunum til, at hópurin av royndum 1. deildarleikarum ikki er tann størsti í mun til fleiri onnur fyrstudeildarfeløg.
Kortini hava úrslitini í venjingardystunum verið í lagi.
Alexander Djordjevic er aftur í ár við í KÍ-hópinum, sum hevur fyrireikað seg til kappingina 2003, men leygardagin var hann ikki við á liðnum. Hann er í løtuni heima í Jugoslavia í privatum ørindum, og fekk tí ikki verið við.
Fríðin Ziskason, sum hevur verið skaddur í seinstuni, var heldur ikki á KÍ-liðnum, og tað sama var galdandi fyri Sámal Eyðfinn Poulsen, sum er byrjaður at venja aftur við KÍ.
Vit kunnu bara gita, um úrslitið hevði verið øðrvísi við hesum monnunum á liðnum, men tað er í øllum førum givið, at tað ikki hekk nóg væl saman hjá KÍ-manningini hendan dystin.

KÍ-liðið, sum
byrjaði dystin,

var soleiðis mannað ímóti EB/Streymi:
Í málinum var Karstin Joensen, sum 2-3 ferðir gjørdi stórbjargingar og harvið forðaði fyri einum enn størri tapi.
Framman fyri Karstin mannaðu fyrst Allan Joensen og Jan Andreasen miðverjuna.
Atli Danielsen var í høgru og Rúni Elttør var í vinstru sum bakkar.
Arnold Joensen, Símun Joensen, Hjalgrím Elttør og Erling Fles byrjaðu á miðvøllinum, meðan Eyðun Klakkstein og Ovi Nysted vóru í álopinum.

Broytingar
í dystinum.

Eftir eina byrjan, har KÍ átti heldur meira av spælinum enn EB/Streymur, fall KÍ-liðið eitt sindur aftur á vøllin, samstundis sum EB/Streymur bleiv alt hvassari í álopspartinum.
Tá gestirnir høvdu lagt seg á odda, royndi KÍ-venjarin nakað áðrenn hálvleik at gera onkrar broytingar fyri at venda skeivu gongdini.
Allan Joensen varð tá settur fram á miðvøllin, samstundis sum Atli Danielsen flutti av høgra bakki inn í miðverjuna, og Erling Fles flutti av miðvøllinum aftur á høgra bakk fyri Atla.
Í hálvleikinum vórðu Harley Bertholdsen og Leon Bjartalíð settir inn á vøllin fyri Rúna Elttør og Erling Fles.
Seinni í dystinum setti høvuðsvenjarin, Jan Joensen, seg sjálvan á vøllin fyri Hjalgrím Elttør. Tá flutti Ovi Nysted aftur í miðverjuna, Atli fór aftur út á høgra vongbakkin, og so flutti Leon fram í álopið.

Ov lítil breidd í
álopsspælinum.

Um tað bara var tí, at heimaliðið ikki var nóg “tendrað” til at taka dystin upp, ella mótstøðan var ov hørð og ágangandi, skal ikki verða dømt um her, men vongspæl var í øllum førum lítið av framman fyri miðlinjuna hjá KÍ.
Tað kom næstan ikki fyri, at menn komu til baklinjuna fyri síðani at senda inn fyri málið hjá EB/Streymi. Ístaðin bleiv tað til nakrar diagonalar bóltar, sum vóru sera torførir hjá Ova Nysted at fáa nakað vandamikið burturúr. Ikki minst tá hugsað verður um, at ein maður sum Andrzej Pacek var á honum allan dystin.
Hóast úrslitið var 0-3 í fyrra hálvleiki og bara 0-1 í seinna, so kom tað í veruleikanum bara fyri í fyrra hálvleiki, at teir bláu og hvítu komu til baklinjuna ella næstan tað – og tá bleiv eisini vandamikið í brotsteiginum hjá Gunnari á Steig, hóast KÍ ongantíð fekk mál.
Til tíðir í seinna hálvleiki tóktust allir leikrarnir at trunka seg saman á aðrari síðuni av vøllinum, meðan eingin maður var á hinari síðuni. Av tí saman vóru sera fáar skiftingar millum síðurnar báðar – nakað sum kann opna eina verju og taga hana sundur.

Leikferðin
var ov lág.

Eitt annað, sum teir fótbóltskønu við vøllin løgdu til merkis, var, at uppspælið hjá KÍ gekk ov seint. Leikarar høvdu ov nógvar bóltrøringar, áðrenn bólturin varð sendur víðari, og hetta seinkaði spælinum nógv. Fáar ferðir sóust KÍ-arar senda bóltin víðari fyrstu ferð, teir numu hann.

Fløt KÍ-verja í
trupulleikum.

Tað verður onkuntíð sagt, at føroyska landsliðið livir eitt vandafult lív við eini flatari verju, tí mótstøðuleikararnir eru so kvikir og tí lættliga kunnu renna inn um verjuna uttan at gerast rangstaddir.
Í ávísan mun var KÍ-verjan í júst slíkum trupulleikum leygardagin. Tað kom fleiri ferðir fyri, at annar av teimum báðum álopsleikarunum slapp fríur ella næstan fríur fram ímóti Karstini í KÍ-málinum.
Her má tó leggjast aftur, at tað neyvan bara kann leggjast eini verju til last, um hon er í trupulleikum, tí ketan framman fyri verjuna hevur so sanniliga nógv at siga í so máta.

KÍ tóktist
ómotiverað.

Tað var sjón fyri søgn í hesum dystinum, at leikararnir á liðunum báðum vóru sera ójavnt motiveraðir til dystin, tí meðan vitjandi leikararnir stríddust fyri so at siga hvørjum bólti, tóktist dampurin hjá heimaliðnum ikki at vera tann sami.
Eingin ivi er um, at tað í ár skal ansast sera væl eftir liðnum úr Sundalagnum, sum millum annað hevur eitt sera hvast, tekniskt og kvikt álopspar, men munurin millum KÍ og EB/Streym eigur tó ikki at vera so stórur, sum hann var leygardagin.
KÍ-leikararnir krevja snøgt sagt at taka seg saman til eitt avrik av hægri karat – annars er vandi fyri fleiri ósigrum.

EB/Streymur og VB
eru fremst í bólkinum.

Í hinum dystinum í bólkinum hjá KÍ vann VB á AB.
Sostatt eru EB/Streymur og VB fremst í hesum bólkinum, meðan AB og KÍ enn onki stig hava fingið.

Harleywoodpaint