Føroyski flakatrolarin Vesturvón bleiv tikin, tá hann kom inn á Botsfjørðin eftir eykalutum gjárakvøldið
Frá reiðarríðnum verður sagt, at tá Vesturvón skuldi rapportera til norsku myndugleikarnar við eitt sokallað tjekkpunkt á veg í Russiskan sjógv, fingu teir ikki samband við Norsku sjóverjuna hóast teir royndu.
Tí fóru teir víðari inn í Russiskan sjógv uttan at hava fingið fatur á norsku sjóverjuni.
Tá so Vesturvón í gjárakvøldið fóru inn á Botsfjørðin eftir eykalutum, tók norska sjóverjan skipið.
Vesturvón liggur nú í Tromsø har skiparin, Heðin Hansen, í morgun var til avhoyringar hjá norsku myndugleikunum, og tá vit tosaðu við reiðarríði hjá Vesturvón var sagt at teir vantaðu at rættarsak fór at verða einaferð seinrapartin.




