Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyatunnilin verður útboðin

Oliver Joensen

Tað hevur leingi verið ivi um hvørvítt NCC í framhaldi av Vágatunnlinum, eisini skuldi gera Norðoyatunnilin. Men nú er avgjørt at arbeiðið verður útboðið og roknað verður við at byrja sjálva tunnilsgerðina í november 2003.
Lesið tíðindaskrivið frá P/F Norðoyatunnlinum:

Tíðindaskriv

Arbeiðsætlan og útbjóðing hjá P/F Norðoyatunlinum.

Nú løgtingið hevur samtykt ætlaðu broytingina í verklagslógini fyri Norðoyatunnilin, er lógargrundarlagið fyri verkætlanina uppá pláss, og greitt er hvar atkomuvegurin til undirsjóvartunnilin skal bindast í.
Norðoyatunnilin p/f fer nú undir at gera detailprojekt fyri atkomuvegirnar og undirsjóvartunnilin, samstundis heldur arbeiðið við at útvega neyðug loyvi frá friðingarnevndunum fram, eins og projektið skal góðkennast av Landsverkfrøðinginum. Eisini skulu endaligar avtalur gerast við Leirvíkar Kommunu og Klaksvíkar Kommunu í sambandi við skipan av arbeiðsøki og tílíkt við tunnilsmunnarnar.
Arbeiðsætlanin inntil byrjast kann uppá tunnilsgerðina er henda:

* útvegan av lendi, loyvum og góðkienning: apríl-juni 2003
* prekvalificering og útbjóðing av vegagerð: apríl-juni 2003
* arbeiðsbyrjan vegagerð: august 2003
* prekvalificering og útbjóðing av tunnilsgerð: apríl-september 2003
* arbeiðsbyrjan tunnilsgerð: november 2003

Nevndin í p/f Norðoyatunlinum hevur viðgjørt spurningin hvørt samráðast skuldi við arbeiðstakaran frá Vágatunlinum um ein sáttmála, grundaðan á sáttmálan fyri Vágatunnlinin, ella um bjóðast skal út av nýggjum.
Nevndin hevur mett, at við ætlaðu arbeiðsætlanini, er drigið so mikið út síðani Vágatunnilin varð boðin út (í 2000), at rættast er at fáa nýtt grundarlag undir kostnaðinum, eins og tað verður opið fyri feløgum og arbeiðssamtøkum at prekvalifisera seg til bjóða uppá vegagerð og tunnilsgerð eins og onnur arbeiði.
Arbeitt verður nú við at gera eitt endaligt arbeiðstøkubýti og skipan fyri leiðslu og samskiping av arbeiðstøkunum.
Tunnilsgerðin tekur 2-2½ ár, og verður Norðoyatunnilin sostatt væntandi opin fyri ferðslu nakað eftir ársskiftið 2005/2006.