Í aðrari hálvfinaluni kann tað blíva til eina endurtøku av dystum millum KÍ og EB/Streym, ið sum kunnugt vóru í sama bólki, har EB/Streymur vann báðar dystirnar á KÍ. Hin møguleikin er B36, men treytin er sjálvsagt, at KÍ fyrst vinnur á B68 í fjórðingsfinaluni, sum verður á Toftum tann 4. mai.
Fótbóltssambandið hevur boðað frá, hvussu víðari skal leikast í steypakappingini, har lutakast júst hevur verið um fjórðingsfinalurnar:
Har møtast hesi liðini:
Fjórðingsfinalurnar, 4. mai:
Dystur nr. 43: B68 KÍ
Dystur nr. 44: GÍ FSV
Dystur nr. 45: EB/ST B36
Dystur nr. 46: NSÍ HB
Fyrru hálvfinalurnar, 11. mai:
Dystur nr. 47: V46 (NSÍ-HB) V44 (GÍ-FSV)
Dystur nr. 48: V45 (EB/ST-B36) V43 (B68-KÍ)
Seinnu hálvfinalurnar, 18. mai:
Dystur nr. 49: V44 (GÍ-FSV) V46 (NSÍ-HB)
Dystur nr. 50: V43 (B68-KÍ) V45 (EB/ST-B36)
Finalan, 29. juli:
Dystur nr. 51: V48/50 (B68, KÍ, EB/ST ella B36) V47/49 (GÍ, FSV, NSÍ ella HB)




