Barna og ungdómssangkórið Ung Stjørnuskot vitjar í Svínoy í vikuskiftinum
Barna og ungdómssangkórið Ung Stjørnuskot er sankór undir Tórshavnar Mussikkskúla og kórið verður stjórnað av Sigrid Sivertsen.
Kórið syngur lættan og glaðan tónleik sum spennir rættiliga víða.
Kórið fer at hava konsert í Svínoyar Kirkju leygardagin kl. 16:00.
Fyrireikararnir siga at møguleiki verður eisini fyri eini útikonsert um veðrið verður til vildar.
Konsertin í Svínoy er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.




