Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundur í Handilsfelagnum

John William Joensen

Handilsfelagið í Klaksvík hevði fund á Fortuna týskvøldið. Umrøtt var fyri størsta partin, um handlarnir í Klaksvík skulu stongja jólaaftan.

Tað hevur verið uppi fyrr, hvørvítt handlar skulu stongja jólaaftan. Fleiri handlar praktisera longu henda skikk. Men sum skiltist á fundinum er ilt at fáa semju um hetta mál.
Annars var eisini skráin løgd fyri restina av árinum um nær "Langur leygardagur" og "Open by Night skulu vera. Yvirlit yvir hesar dagar fæst frá felagnum.
Eisini var umrøtt, um felagið skuldi fara undir at geva út egið blað. Hesin spurningur bleiv ikki viðgjørdur út í æsir, men fyribils í hvussu er, vóru handlarnir samdir um at taka av einum tilboði frá Norðlýsinum um lýsingar í samband við tiltøk frá felagnum.
Í nevndini fyri Handilsfelagið í Klaksvík sita nú. Jógvan Jacobsen, formaður, Sámal Eyðfinn Akursmørk næstform. Beinta Klakkstein, skrivari, Jóhanna christiansen, kassameistari og Henrik Thøgersen, nevndarlimur.

Harleyfacadeacryl