Nú seinni hálvleikur er júst byrjaður, hevur B68, sum nú hevur undanvind, longu minkað til 2-3.
Tað var annars Harleys, gjørdi tað til 1-0 til KÍ, síðani bleiv 2-0 til KÍ við Hjalgrím, áðrenn B68 minkaði við einum brotssparki, sum næstan ikki kundi takast, tí bólturin fekst ikki at liggja stillur vegna vindin men at enda so fekk nr. 5 hjá B68 skotið, og hann fór í málið til 1-2.
Eftir hetta hevði Harley eitt brandskot á yvirliggjaran, áðrenn Eyðun Klakkstein skoraði til 3-1 fyri KÍ til stóra frøi fyri teir rímiliga nógvu og larmandi KÍ-áskoðararnar á Svangaskarði.
Men nú hevur altso B68 skorað aftur til 2-3.




