Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-áskoðarar ætla ikki einki í ár

(
John Færø)

Mánakvøldið klokkan hálvgum tíggju var fundur á loftinum í KÍ-høllini, har nakrar av hollastu stuðlunum hjá KÍ høvdu sett hvørjum øðrum stevnu at tosa um, hvat áskoðararnir kunnu gera fyri at stuðla KÍ enn betur í ár.

Norðlýsið var inni á gólvinum í KÍ-høllini við myndatólinum, har millum 15 og 20 av frægastu hepparunum hjá KÍ møttu at tosa um nógv ymist viðvíkjandi áskoðarapartinum av KÍ.

Millum annað greiddi Bill McLeod Jacobsen frá ymsum royndum við slíkum feløgum uttanlands.

At enda varð ein 5-mannabólkur útnevndur til at taka sær av at fáa lív í, hvørja ferð í KÍ spælir heima og útidystir.

Enn er ikki greitt, hvussu felagið skal kallast. Nøkur uppskot hava verið frammi, so sum “Blue Sharks”, “Blámenn”, “Bláa Bylgjan”, “Trummararnir”, “Blá Longa”, “Blá Hvalur” o.a.m..

Sum skilst vilja stigtakararnir meira enn fegnir frætta frá øðrum góðum KÍ-viðhaldsfólkum um møgulig onnur uppskot til navn ella aðrar viðmerkingar/hugskot.

Mikukvøldið verður greitt, hvørjum liði KÍ skal møta í hálvfinalunum í steypakappingini (EB/Streymur ella B36), og KÍ-áskoðarar hava longu avtalað at møtast í KÍ-høllini hetta sama mikukvøldið kl. 21:00 at gera av, hvat skal gerast komandi vikuskiftið, tá leiðin antin gongur til Havnar at møta B36 ella til Eiðis, har EB/Streymur tekur ímóti.

Vónandi verður nógv at síggja og hoyra til hesar framúr røsku heppararnar hjá KÍ ….

Hisa-husa-hasa-sa …