Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvur svartkjaftur at fáa í føroyskum sjógvi

John William Joensen

Týsmorgunin kom Næraberg á Klaksvík at bunkra og eisini legði hann 290 tons av mjøli upp á NFCS virkið.

Næraberg hevði eisini 500 tons av surimi inni, men hesin svartkjaftaúrdrátturin varð ikki lagdur upp.
Á miðnátt sama kvøld fór Næraberg aftur til fiskiskap.
Nótabátarnir og Næraberg hava havt sera góðan fiskiskap síðani umleið miðjan apríl.
So nógv hava føroysku skipini fingið, at Havsbrún hevur ikki megna at tikið ímóti øllum og tí hava bátarnir fleiri ferðir landað í Íslandi.
Svartkjafturin, sum skipini fáa í løtuni, stendur suður av Munkagrunninum.