Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frugtsølan tómari enn nakrantíð

John William Joensen

Kári Lindberg, stjóri á Norðoya Frugtsølu, sigur at goymslan hjá teimum ongantíð hevur verið tómari enn júst nú.

Eftir at tað kom fram at eplini fóru at ganga undan, hevur Norðoya Frugtsøla verið niðurrend av fólki sum hava keypt eplir inn undir seg.
”Tá tey vanligu eplini vóru útseld, byrjaðu tey at keypa seteplir, – men eg haldið at fólk kunnu gera sær sjálvu eina bjarnatænastu við at leggja nógv eplir inn undir seg.
Hettar er ringasta epla-tíð, tí hitin í luftini ger at eplini hava lætt við at spíra.
Tí skullu fólk hava tey liggjandi so kalt sum gjørligt og í myrkri.”
 
Nýggj eplir á veg
Kári vísti okku eina prøvasending av nýggjum eplum frá Marokko.
Hettar vóru nýupptikin eplir, men nú verkfall er koma hesi eplini ikki til Føroya.