Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dragin til "upptøkuroynd"

John William Joensen

Týsdagin vóru menn frá Skipasýninum í Klaksvík at gera eina sokallaða Hallroynd við Draganum.

Nú restar ikki nógv, til Dragin er fult sigliklárur. Tey, sum vóru á Stongunum týsdagin, løgdu ivaleyst til merkis, at menn, við hjálp frá einum kránabili, royndu at fáa Dragan at hella einar 45 gradir.
Men, treiskur var Dragin, tí áðrenn teir høvdu fingið skipið at halla 20 gradur í annað borið, stóð so nógv á, at vandi var fyri at masturin fór í sorð.
Tá síðani gjørt fast varð annarleiðis, gekk sjálvt mátitólið fyri í øllum regninum, so tá vit vóru á Stongunum við myndatólinum, mátti royndin útsetast.
Tað er soleiðis, at skip, sum blíva umbygd, skulu ígjøgnum tað sum fyrr kallaðist "krængningsprøve", men sum nú eitur Hallroynd.
Harafturat skuldi eisini kannast, um nóg mikið av kjøli og ballast var í skipinum, til at skipið var ført fyri at føra tey segl, ið skipið er ætlað til.
Sum sagt, so mátti royndin útsetast og vit fingu tí ikki endaliga úrslitið áðrenn evstamark á blaðnum.