Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-leiðslan avsannar tíðindini í ÚF

John William Joensen

Formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag, Gestur Hovgaard, sigur seg einki vita um at kend nøvn í donskum fótbólti skulla verða á veg til Klaksvíkar.

 „Eg kann avsannað tíðindini, sum Útvarp Føroya kom við, at kendir danskir leikarar skullu verða á veg til KÍ.
– Tað er rætt at vit arbeiða við at styrkja hópin, sum í løtuni er eitt sindur tunnur, men at talan skal verða um so dýrar leikarar sum útvarpið vildi verða við, er reinur heilaspuni.!” 
So avgjørdur var Gestur Hovgaard, formaður í KÍ,  tá vit hittu hann á máli týsmorgunin.
Gestur helt eisini at ein tílík íløga hevði forkomið trúðvirðinum hjá felagnum og leiðsluni, sum seinstu árini hevur arbeitt við at tryggja fíggjarligu karmarnar hjá felagnum.
 

Harleywoodpaint