Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Silvitni í Vestmannasundi leygardagin 24. maj

John William Joensen

Lagt er upp til tað heilt stóra í Vestmanna, leygardagin 24 maj, tá skipað verður fyri árligu bátastevnuni “ Kjalarvatn” í bygdini.

Bátar úr øllum Føroyum seta stevnu í Vestmanna, til hugnaliga samverðu. Stevnan var, á fyrsta sinni, hildin í maj í fjørð og eydnaðist hon so mikið væl, at tað hevur ikki verið tosað um annað enn komandi bátastevnu, seinastu mánaðarnar. Eftir øllum at døma, verður undirtøkan væl størri í ár, hóast verkfall er. Alt er gjørt klárt til bátastevnuna og verkfallið er eingin forðan fyri, at stevnan kann gerðast minst líka gó𠠖 kanska enn betur – í ár.
 
Føroyingar hava altíð verði eitt siglandi fólk, og hetta hava fyrireikarnir av Bátastevnuni eisini lagt til merkis. Hugaligt og stórsligið var at síggja tann stóra bátaflota, sum stevndi inn á Vestmanna í maj seinasta ár. Hetta hevur givið fyrireikarunum dirvi og árræði til at skipa so fyri, at bátar úr øllum Føroyum, aftur í ár, kunnu samlast við Fútaklett, leygardagin 24. maj kl. 14:00 og seta stevnu í Vestmanna.
 
Bátarnir úr Vestmanna – teir sum ikki longu eru farnir út í Hest og aðrastaðni ”at rigga til” fríggjakvøldið, fara av Vestmanna kl. 13.30, at taka ímóti teim vitjandi. Eftir prátinum í bygdini at døma, so verða teir ikki færri í ár, sum leggja sær leiðina út á Fútaklett leygardagin, so spennandi verður at síggja hendan stóra bátaflota stevna inn eftir havnini.
 
Kl.14.30 leggur flotin  leiðina av Fútakletti inn á Vestmanna, har hornorkestur Frelsurnarhersins spælir á bryggjuni. Bátarnir leggja til bryggjukantin, har manningarnar fáa ein matarseðil til suppu og okkurt  leskiligt, ið fæst í móttøkhølunum á Føroya Fiskavirking, eftir at tá bátarnir eru lagdir trygt inn í bátahylinum.
 
Í kjallaranum á Atlantis verður møguleiki at leita sær nøkur góð tilboð til bátin, frá handlum, ið fara at sett básar upp har, og í kantinuni á Føroya Fiskavirking verður smyrjibreyð, kaffe, te, o.a. at fáa til keyps, hjá øðrum vitjandi. Eisini verður ein motorsúkkluframsýning, har sølubásarnir verða.
 
Um kvøldið verður stórur country dansur í ítróttarhøllini, har Country Bólkurin úr Klaksvík spælir. Seinast vóru um 800 fólk í dansi, so alt tíður uppá, at vit aftur í ár fáa ein stórdans, tí ágangur hevur verið eftir billettum, sum tó ikki eru at fáa forsølu.
 
Í samband við dansin, verður bussamband samskipað við Náttarbussinum, ið ferð úr Sørvági kl 23:00 og vesturaftur kl. 4:30 og frá City í Havn kl. 10:30 og 00:30 og suður aftur kl. 03:30 og kl. 05:30.
 
Fyri at tryggja bátaeigarum og manningum annars so góðar umstøður sum gjørligt, verða Samarittarnir hjá Reyðakrossi á vaktarhaldi niðrið við bátarnar, sum koma at liggja í hylinum um náttina.
 
 
Kontakttelefonir 264539/221577/210496
 
Undirhúsið/VíF-Kappróðrarneystið