Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkarøkið: Vinnari ella tapari!

John William Joensen

– Samstarvsviljin í vinnulívinum og mentanarlívinum avberð munin

Tað verður innsatsurin á mentannarøkinum, sum fer at gera av, um vit yvirliva íbindingina í meginøki sum vinnarar ella taparar.
Um vit menna okkara mentan og megna at brúka hana til at økja kunnleikan til okkara øki í Føroyum og altjóða.
Um vit vilja og megna at skapa eina positivta og dragandi ímynd fyri býin.
Skapa tiltøk, upplivingar og lívsgóðsku fyri okkum íbúgvar og ferðafólk.
Brúka mentanina at tilføra býnum kreativitet og dynamikk.
Um mentanin í sær sjálvum fær umstøður at menna seg til eina vinnu, sum skapar vøkstur og nýggj arbeiðspláss.
So gerst Klaksvíkin ein vinnarabýur.
Tí tað er ikki minst innan mentanina, at vit finna eginleikarnar, sum eru nevndir omanfyri.
Lata vit hinvegin vera og framhaldandi hava hug at síggja niður á mentanina sum nakað óneyðugt og sum bert kostar, so risikera vit, at onnur øki í Føroyum strúka avstað við okkara ungdómi, vøkstrinum í ferðavinnuni og íløgunum til vinnulívið.

Vinna og mentan
mugu samstarva
Í londunum uttanum okkum síggja vit meir og meir, hvussu vinnulívið og mentanin beinleiðis samstarva. Hvussu vinnulívið kann fáa gagn av nýhugsanini, skapandi evnunum og dynamikkinum í mentunnarlívinum, ígildi fyri betri fíggjan av mentunnarlívinum.
Tað er eisini hetta sum fer at fáa týdning hjá okkum og komandi árini fara at vísa, um vit raka ein politikk og ein samstarvsvilja, sum kann fremja slíkt samstarv og sum er avgerandi fyri ein vinnarabý.
Lokalu myndugleikarnir eiga at ganga undan og skapa betri og nýggjar karmar fyri okkara mentannar- og undirhaldsvinnur, so tær fáa eina slagmegi, sum munar  og sum aftur førir til fleiri tiltøk, trivna og lívsgóðsku.
Samstundis eiga vit at viðvirka til, at skapa ein betri felagsskap millum vinnulívið og mentanina.
Tað vísir seg at vera skilagott at byggja brúgvar millum hesi øki, tí góð vinnulig útlit kunnu væl liggja í eini mentunnarligari satsning og umvent.
Hugsið bert yvir týdningin fyri ferðavinnu og íløguhugin í Klaksvík, um býurin varð kendur sum ein tann áhugaverdasti í landinum.

Eitt gott dømi
Til íblástur kann nevnast kenda Guggenheim savnið í Bilbao.
Savnið varð bygt í 1997 í einum umfatandi samstarvi millum lokalu myndugleikarnar, sum løgdu 170 mió. dollarar í verkætlanina, og vinnulívið.
Fyrsta árið vitjaðu 1,37 mió. fólk savnið. Umsetningurin í ferðavinnuni streyk uppum 20 mió. dollarar og 3186 nýggj arbeiðspláss sóu dagsins ljós (lesið áhugaverdu frágreiðingina ‘Danmarks kreative potentiale’, www.em.dk). Uttan samanbering annars, so vísir hetta dømi, hvønn týdning, ein miðvísur mentannarpolitikkur kann hava fyri økismenningina.
Hvønn týdning hevur Norðurlandahúsið ikki havt fyri ferðavinnuna í Føroyum og fyri býin Tórshavn?
Hvønn týdning hevur Mentannarhúsið í Fuglafirði ikki havt fyri býin?
Hvat hevur tað ikki at siga fyri Gøtu, at Clickhaze og Gestur hava vunnið Prix Føroyar seinastu árini og at tónleikafelagið Grót er í ferð við at skapa ein nýggjan G-festival, sum vit hoyra meiri og meiri til?
Hvønn týdning hava Viðurgerði og Heimabeitið ikki fyri Suðuroyggina og Norðoyggjar í okkara tættpakkaða miðla landslagi?
Á tí meira vinnuliga bógvinum er Runavík komið á heimskortið, takkað verið ódnartakið Fish Fair. Tað sigur nakað um treytirnar í hesum landinum, at ein so banalur feilur, sum manglandi skeinkiloyvi, enn einaferð gjørdist høvuðsevnið.

Frá oyggjalandi til meginland
Skal Klaksvíkin gerast vinnari – tá ‘oyggjalandið Føroyar’ gerst ‘meginlandið Føroyar’, og tá fólk frítt velja, hvar tey vilja búgva og húsini byggjast ella íbúðin leigast, hvar tey vilja arbeiða, hvar vørurnar skulu keypast, hvar vinnulívið ger sínar íløgur og hvar arbeiðsplássini koma at liggja – so mugu vit skilja, hvønn avgerandi týdning mentanin hevur.
Vit mugu eisini skilja, at mentanin lítið megnar einsamøll.
Tað verður í tøttum samstarvi við vinnulívið og lokalu myndugleikarnar, at vit saman leggja grundina undir Klaksvíkina sum ein vinnara bý komandi árini.
Tað er ta kreativu alliansuna, vit hava brúk fyri.
Rani Nolsøe
Býráðslimur