Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forvitnisligir norðoyastevnugestir

Oliver Joensen

Tríggjar Trøllaentur sóust mánadagin svimja við bátabrúgvarnar í Klaksvík og sýntust tær at trívast væl millum æður og annan fugl beint niðanfyri Statoilstøðina.

Sambært fuglabókini, so sæst trøllaont við hvørt her á landi, men hon er sjáldsom og eigur, sum menn vita ikki her á landi. Hesar tríggjar sýntust tó at trívast væl her í bestu verpingartíð hjá fuglunum.
Enturnar vóru sera snotuligar at síggja til, teir báðir steggjarnir vóru tó meira ásýniligur við sínum svarta og hvíta litið, ímeðan bøgan var meira brúnlig.

Harleyfacadeacryl