Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gestur Hovgaard, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag: "Vit føla okkum snýttar av FSF fyri aðru ferð í ár!"

John William Joensen

Hetta eru orðini hjá KÍ-formanninum eftir at FSF avgjørdi at lata B36 ein leikara, sum annars var bundin av sáttmála við KÍ.

Gestur Hovgaard sigur við Norðlýsið at teir í KÍ gingu við til at leysgeva leikaran frá sáttmálanum út frá tí, at hesin ætlaði at gevast við fótbólti á høgum støði og konsentrera seg meira um arbeiði.
"Stutt eftir undirskrivingina, frætta vit at leikarin hevur gjørt sáttmála við B36 og longu kvøldið eftir venur leikarin við B36!!"
Í kappingarreglunum hjá FSF stendur í grein 13 at "…skráseting og loyvisbræv er í gildi, til felag gevur kappingarnevndini skrivliga fráboðan um, at viðkomandi leikari ikki longur leikar fyri felagið…"
Av tí at formaðurin í KÍ metti seg at hava undirskrivað leysgevingina av leikaranum undir skeivum fortreytum, var skrivlig fráboðan ongantíð send Fótbóltssambandinum.
Grein 16 sigur at "…Felagið, leikari hevur leikað fyri, kann noktað leikara at flyta til annað felag sama kappingarár, um so er, at felagið metir, at peningalig ella onnur felagslig áhugamál binda leikaran…"
Tað er eingin ivi um at B36 hevur verið í samband við KÍ leikaran hóast reglurnar hjá Fótbóltssambandinum ikki loyva hesum, og tí gjørdi felagið eisini vart við at tað var fuppað í hesum málinum.

Hví sleppur FSF
sínum aðalmálum
Tá ein lesur reglurnar hjá FSF fær ein tað greiðu fatan, at andin í reglunum, er at verja feløgini og at styrkja støðuna hjá teimum, nú tey verða trýst av peningaligum áhugamálum.
Men atburðurin hjá FSF í fleiri málum seinasta árið, vísir, at Fótbóltssambandið altíð velur at verja áhugamálini hjá leikarunum, fram um tey hjá feløgunum.
Hetta er als ikki í tráð við endamálsorðingarnar hjá Fótbóltssambandinum, sum jú er felagsskapurin hjá føroysku feløgunum.

Í lagi at fuppa
Gestur Hovgaard sigur at við úrskurðinum hjá loyvisnevndini, hevur Fótbóltssambandið givið sítt vælsignilsið til, at tað er í lagið at ljúgva og fuppa seg ígjøgnum systemið.
"Tað er greitt at vit ikki kunnu góðkenna framferðarháttin hjá B36 og Fótbóltssambandinum í hesum málinum, og kunnu vit sjálvandi lata málið til løgfrøðing at meta um, men tað er ikki hetta, málið snýr seg um, men heldur virðingin hjá FSF fyri einstøku feløgunum.
Fyri okkum virkar tað sum um FSF als ikki tekur sínar egnu reglugerðir í álvara!
Eg kann eisini leggja afturat, at vit fingu eina váttan beint undan vikuskiftinum at leikarin var verðandi í KÍ um ikki nýggir upplýsingar komu í málinum.
Hóast eingir nýggir upplýsingar komu, so avgerð FSF at útskriva loyvisbræv uttan somikið sum at biða um eina frágreiðing frá KÍ.
16 minuttir undan leikbyrjan, fær Kí skrivlig boð frá FSF um at leikarin hevur fingið loyvi til at leika við B36.