Mjólkarvirkið Búnaðarmanna hevur fingið undantaksloyvi til at framleiða róma til handlarnar í norðoyggjum at selja fríggjadagin og leygardagin, so leingið tað røkkur.
Ikki kann sigast annað enn at feløgini í arbeiðssteðgi sýna Norðoyastevnuni sóma. Eitt ynski úr Norðoyggjum til streykandi partarnar og til MBM um at fáa róma til norðoyingar og gestir á Norðoyastevnu vann frama.
Undantaksloyvi er givið MBM at framleiða róma til Norðoyastevnu og hartil er fluttningur játtaður.
Sostatt verður rómi aftur at fáa í Norðoyggjum fríggjadagin í handlunum.




