Tað verður ein serliga spennandi Norðoyastevnudystur í ár, við tað at bæði liðini, KÍ og B68, undan dystinum liggja væl fyri í landskappingini við 7 stigum í part eftir 2 sigrar og 1 javnleik í part higartil.
Hóast KÍ í ár ikki verður roknað millum favorittarnar í 1. deild, hevur starturin upp á landskappingina hesaferð verið betri, enn hann mangan hevur verið seinnu árini.
Tí er spenningurin rættiliga nógvur til dystin Norðoyastevnudag klokkan 15, har roknast kann við nógvum áskoðarum, nú talan bæði er um stevnudyst og toppdyst í landskappingini.




