Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnan bløðir

John William Joensen

Arbeiðissteðgurin, vit í løtuni eru vitni til, er helst tann álvarsligasti í nýggjari søgu.

Sum tilfellið hevur verið við flestu verkføllum, so rakar hetta sera meint, ja kanska meinast í Norðoyggjum. Eitt er, at stórur partur av fólkinum bert fær partvís løn í arbeiðissteðginum, men tað skal so sanniliga eisini takast við, at okkara útróðrarmenn og onnur innan fiskivinnuna nú als onga inntøku hava havt í útivið fimm vikur.
Hvussu verður við arbeiðisplássunum innan fiskivinnuna í Norðoyggjum eftir arbeiðissteðgin er ilt at siga nakað um, tí lítið og onki lekur út. Men hann, ið ómakar sær at hyggja í roknskapirnar fyri farnu árini, ið eru atkomiligir fyri almenninginum sær skjótt, at fleiri av fiskavirkjunum hava lítið fyri ikki at siga einki at standa ímóti við.
Í fjølmiðlunum hevur mest verið fokuserað uppá tómar handlar og væntandi brennievni til bilar. Men hetta er sjálvsagt bert toppurin á ísfjallinum, tí tað eru heilt víst lagnur, sum koma illa fyri av at inntøkan nú hevur verið nær 0-inum hjá mongum.
Hóast høvuðsstaðarpressan sjálvandi fyri størsta partin hevur viðgjørt støðuna í Havn, so loyva vit okkum tann pástand, at tað júst er í høvuðsstaðnum har arbeiðissteðgurin rakar minst, tí parturin av íbúgvunum har, ið eru organiseraðir sum arbeiðismenn ella arbeiðiskvinnur er so lítil at samfelagið har væntandi fer at merkja lítið til at arbeiðissteðgurin hevur verið, so skjótt vit aftur hava semju á arbeiðismarknaðinum.
Vit skulu ikki her koma nærri inn á arbeiðispláss aðrastaðni í landinum, tó kunnu vit siga, at vit í hvussu so er í einum føri hava hoyrt um virki, ið væntandi ikki verður latið uppaftur eftir arbeiðissteðgin og tað rakar hart í lítlum samfelag.
Í skrivandi stund sýnist munurin ímillum arbeiðisgevararnar og arbeiðisfólkið at vera so lítil, at tað er okkum øðrum óskiljandi at ikki skal bera til at semjast.