Tann 4500 tons stóri týski destroyarin Lütjens fór á middegi, norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð.
Á heimasíðuni hjá týsku flotaleiðsluni stendur at lesa at ferðin hjá týska destroyðaranum byrjaði tann 3. mars 2003, og at hetta samstundis er seinasta langa ferðin hjá skjótt 35 ára gamla krígsskipinum..
Saman við fregattunum Bremen og Lafayette (franskt skip) og hjálparskipinum Berlin hevur gamal dáman vitja í Miðarahavinum, í Svartahavinum, áðrenn leiðin gekk norður eftir har vitjað var m.a. í Írska høvuðsstaðnum Dublin.
Nú skipini vóru sædd í Kalsoyarfirði vóru tey á veg til Ísland har tey skulu vitja í Reykjavík. Síðani gongur leiðin til Tromsø í Norra.
Lütjens verður vantandi aftur í Kiel tann 12. juli.
Manningin umborð á Lütjens telur 334 mans.
Navnið Lütjens
Destroyðarin Lütjens er nevndur eftir navnframa týska Admiralinum Günther Lütjens, sum bleiv føddur tann 25. maj 1889 í týska býnum Wiesbaden og tey sum hava áhugað í søgum minnast hann sum Admiralin, sum undir seinra heimsbardaga lat lív umborð á kenda týska slagskipinum Bismarck.
Undir seinra heimsbardaga silgdi Lütjens Admiralur, tætt fram við Føroyum, og eingilsku herðdeildirnar í føroyum stóðu fult tilbúðnar at taka í móti admiralinum.
Men hesuferð hevur hann fingið loyvi at sigla ótarnaður, og frá færøernes kommando verður sagt at týska skipið hvørki hevur atomvápn ella er atomrikin.




