Týskufótbóltsáskoðararnir vóru sera væl nøgdir við vitjanina á Resturant Hereford í Klaksvík, sum borðreiddi við fiski og hummarasúpan.
Tað hevur ikki borið til at hýst øllum týsku fótbóltsáskoðarunum í Havn og tí hava nakrir búð í Klaksvík.
Týskvøldið hevði kokkurin á Hereford úr at gera at gera mat til týskar fótbóltsáskoðarar.
Áskoðararnir, sum komu til Klaksvíkar um 7-tíðina týskvøldið, skuldu búgva á Sjómansheiminum ímeðan teir vóru her á landi.
Tá vit vitjaðu inni á Hereford og fingu eitt prát við nakrar av áskoðarunum, vóru tey sera fryntlig og fyrikomandi og tosaðu dúgliga um fótbólt.
Tey flestu teirra roknaðu við at Týskland fór at vinna, men vit skiltu eisini at ampi var á summum teirra, tí tey vóru ógvuliga skuffaði yvir, at týska landsliðið ikki megnaði meira enn javnleik móti Skotlandi.
Ein av týsku áskoðarunum, sum gjørdi metingar av dystinum ímóti Føroyum nýtti myndina av Davidi og Goliat og helt fyri, at tað væl kundi henda at Føroyar fóru at vinna eins og Dávid vann á Goliat á sinni.
Tá vit spurdu okkum fyri úti í køkinum á Hereford, hvat týskararnir vildu hava at eta, søgdu tey okkum, at flestu teirra vildu hava fisk, ímeðan nøkur fá valdu kjøt framum fiskin.
Týsmorgunin vitjaðið ein annar bólkur av týskarum á Norðlýsinum. Tað var Sámal Bláhamar, frá Toru Tourist, sum kom hendavegin við fimm týskarum, sum búðu í Havn. Hesir høvdu sett sær nakrar dagar av at vitja kring um í Føroyum og tí komu teir til Klaksvíkar og Viðareiðis fyri at kunna seg eitt sindur um landið.
Eisini teir, sýntust at hava nakað av virðing fyri føroyska landsliðnum, tó teir væntaðu at týska liðið fór at vinna.
Annars vóru teir áskoðarar sum vit tosaðu við sera væl nøgdir við føroyaferðina og tá vit spurdu teir um veðrið hildu teir at eisini tað var ein uppliving.




