Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svangaskarð eigur framvegis áskoðara-metið

John William Joensen

Tá Malta tann 8. juni 1997 vitjaði á Svangaskarði, vóru 6642 fólk og hugdu at dystinum, sum Føroyar vunnu 2-1 við málum av Unga Arge og Toda Jónsson. Sostatt var tað ikki beint, sum speakarin á Tórsvølli vildi vera við mikukvøldið, at teir áleið 6100 áskoðararnir á Tórsvølli eru nýtt met.

Týsklandsdysturin sló ikki áskoðarametið!
Tað er kanska eitt sindur óvæntað, men hagtølini siga tað, og so mugu vit trúgva tí.Ikki tí – tað var ein fantastiskur dámur á Tórsvølli mikukvøldið, tá rópini og sangurin frá stóru áskoðarafjøldini brúsaði niður yvir teir 22 leikararnar á vøllinum.

Todi kann
nú gera munin.
Ein av orsøkunum til, at áskoðarafjøldin til Malta-dystin í juni 1997 var so stór, kann vera tann, at vit stutt frammanundan, tann 30. apríl sama ár, høvdu vunnið útidystin ímóti sama liði, Malta, við einum braki av einum máli, sum Todi Jónsson gjørdi í seinasta minutti av tí dystinum.
So hvør veit … kanska hetta júst er løtan, ið vit og Todi leingi hava bíðað eftir, at hann skal koma aftur á landsliðið?
Landsliðið er so gott, sum ongantíð fyrr – teir tapa bara ógvuliga tepurt og hava veruliga fleiri ferðir upp í slag verið sera tætt við javnleikir ímóti sterkum fótbóltstjóðum.
So ER hetta ikki rætta løtan hjá landsliðsvenjaranum og Toda at finna saman?!