Ein av føstu monnunum í Klaksvíkar Hornorkestri og sum hevur verið við frá tí at hornorkestrið bleiv stovnað, er Sámal hjá Barbu.
Tá Klaksvíkar Hornorekstur leikti Norðoyastevnudag, í Vágstúni, var tað óivað seinasta almenna framførslan hjá einum av føstu limunum.
Varð við frá byrjan
Sámal Christiansen, millum mannað kallaður Sámal hjá Barbu hevur verið við Hornorkestrinum frá byrjanini fyrst í 50-unum.
"Eftir at menn vóru farnir at tosað um at fáa eitt hornorkestur, var farið í gongd við at útvega pening til ljóðførini.
Vit fingu eitt tilboð úr Onglandi har vit fyri 10.000 krónur kundu fáa 10 horn og tvær trummur.
Vit sendu umsókn til kommununa, sum játtaði at lata 5.000 krónur og restina av peningum megnaðu vit at fáa til høldar við stuðulsgávum og tiltøkum."
Sámal sigur at hann kendi einki til horn ella nótar, og tí var tað byrjað á berum.
"Eg var gott 20 ára gamal og minnist eg at vit brúktu fyrstu tíðina til at læra okkum at spæla upp á ljóðførini.
Sámal Petersen var orkesturleiðari tað fyrstu tíðina og tá leiktu vit føðingardagsløg og lættari marsjir. Sjálvur byrjaði eg sum trummusláðari, men í mársmánað 1950 fekk eg fatur á einari Soprano Cornett og síðani havi eg verið hornblásari."
Sosial samvera
Sámal sigur at árini í Klakvíkar Hornorkestur hava verið sera gevandi.
"Eg havi altíð sagt, at tað krevur eina eldsál at verða partur av einum hornorkestri.
Vit hava havt einar 10-12 blásarar, sum alíð eru møttir upp til venjing og tiltøk og uttan teir hevði tað als ikki verið gjørligt at havt eitt orkestur. Eldsálirnar hava eisini átt lívið í orkestrinum og harvið gjørt orkestrið til ein týðandi part av býarmyndini.
Tann sosiala samveran hevur nógv at siga.
Vit venja hvørt mánakvøld og mikukvøld og tá ein hevur verið patur av hesum í 53 ár, hevur hetta givið eitt sera gott vinarlag, sum ein er sera glaður fyri.
Tí verður tað sera løgið ikki at møta til venjing, men sjálvandi ætli eg mær ikki heilt at sleppa orkestrinum.
Tað eru kanska onkrar smærri uppgávur sum eg kann loysa og eisini fari eg sjálvandi at fylgja orkstrinum."
Upplivað nógv.
Árini hjá Sámali í Klaksvíkar Hornorkestur hava givið honum nógvar stórar upplivingar.
"Ein av allarstørstu upplivingunum var túrurin til Ongland í 1994.
Túrurin var sera væl tilrættarlagdur og tí fingu vit nógvar stórar upplivingar.
Vit upplivdu m.a. at venja saman við einum av heimsins bestu hornorkestrum; "Black Dyke Mills" úr Bradford.
Ein onnur uppliving á túrinum, sum hevur brent seg fasta í minninum, er tá vit vóru bjóðaðir at spæla til Premier Leage dystin millum Sheffield United og Southamton á "Bramall Lane" í Sheffield.
At undirhalda 22.000 fótbóltsáskoðarum, var eitt heilt serligt upplivilsið, og tað rann kalt niður eftir rygginum tá teir presenteraðu okkum og vit fingu lógvabrestir frá hesi stóru mannfjøld.
Árið eftir luttóku vit í "European Brass Band Championship" í Luxemburg, og eisini hendan túrin fari eg at minnast sum eitt av hæddarpunktunum hjá Klaksvíkar Hornorkestur"
Fer at fylgja væl við
Tað er eingin ivi um at Sámal verður stórliga saknaður av Klaksvíkar Hornorkestur, men hóast Sámal ikki longur fer at blása í hornið, so kann hann neyva heilt sleppa sær burtur úr hornorkestrinum.
Sjálvur sigur hann at hann ætlar sær at vitja inn á gólvið tá spælt verður og eisini ferð hann at hjálpa til um tað er neyðugt.
Sámal Christiansen er útnevndur heiðurslimur hjá Klaksvíkar Hornorekestur, fyri at hava verið ein av stovnarunum av orkestrinum.




