Kl. 14 leygardagin í síðstu viku, kom nýggi Gáshøvdi á Hvannasund og longu nú um vikuskiftið, fer hann eftir ætlan á fyrsta túrin undir Føroyum.
Tað eru brøðrirnir Kári og Hans Jákup Kallsberg, sum saman við systkinabarninum Gunnari Kallsberg, ið eiga Gáshøvda í partafelagnum Kneysur.
Gáshøvdi er bygdur á Ósey skipasmiðjuni á Hafnafirði í Íslandi. Hann er bygginummar 11 hjá skipasmiðjuni og er fjórði nýbygningurin hjá íslendsku skipasmiðjuni ið er komin til Føroya. Á skipasmiðjuni í Íslandi stendur enn ein nýbygningur til Føroya og er tað nýggja Sæborg.
Gáshøvdi er 22 metrar langur og 6,50 m breiður. Hann er skrásettur at vera 140 brt.
Høvuðsmaskinan er ein Catapillar uppá knappar 500 hk, sum royndartúrin gav skipinum eina ferð uppá 9,7 fjórðingar um tíman. Harafturat hevur Gáshøvdi tveir Perkins hjálpimotorar.
Á dekkinum eru millum annað tvey trosspøl uppá 10 tons hvørt, ein 6 tons trumla, eitt gilsaspæl uppá 6 tons, 2,5 tons úthalaraspæl, hydrauliskur kráni uppá 11 tons.
Til lastina hevur Gáshøvdi køling, soleiðis at væl ber til at halda fiskin kaldan alla tíðina og eisini hevur skipið eina Fossi ísmaskinu.
Á brúnni eru øll tey nýggjastu nautisku tólini umframt eccolod og onnur tól til fiskiskap.
Hóast Gáshøvdi hevur siglingarloyvi til 6 mans, so eru 9 koyggjur í skipinum.
Kári Kallsberg, reiðari sigur við Norðlýsið, at á fyrsta túrinum, sum væntandi byrjar um vikuskiftið, verður manningin 5 mans, harumframt verður ein íslendingur við frá skipasmiðjuni at síggja til at alt koyrir sum tað eigur. Gáshøvdi skal trola í teim ymsu kassunum uttanfyri 12 fjórðingar.
Skipari á Gáshøvda er Gunnar Kallsberg.




