Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Solby Anna Eliasen: Mamma – blaðkvinna – bátsformaður

John William Joensen

Hóast hon hevur sína egnu familju at røkja umframt dagliga starvið sum blaðkvinna á Sosialinum, so finnur 26 ára gamla Solby Eliasen framvegis tíð og orku til at rógva kapp á hægsta støði.

Av øllum kapprógvarunum í Klaksvíkar Róðrarfelag í dag er Solby Eliasen tann einasta, sum eisini hevur róð fyri gamla felagið, Klaksvíkar Kappróðrarfelag, sum var niðurlagt í 1993.
Tað sigur seg tí sjálvt, at vit hava fatur á einum persóni, sum brennur fyri síni ítrótt.
Solby, sum fyrstu ferð róði kapp í 1992, er kend sum ein miðvísur bátsformaður, ið krevur nógv av síni manning, men tað eru hennara manningar eisini glaðar fyri – annars hevði hon ikki verið biðin aftur ferð eftir ferð, so einfalt er tað.

Góður hugur.
Men hvussu ber tað til, at tú hevur hildið á og ger tað framvegis?
– Satt at siga havi eg onga frágreiðing til tað annað enn, at hugurin til hetta má vera nakað góður. Okkurt má tað vera, sum dregur, tí annars var eg ikki her.
Solby greiðir frá, at hon tey seinnu árini fleiri ferðir aftan á Ólavsøku hevur sagt, at hon fór at gevast.
– Men tá tað so eitt nýtt kappróðrarár er farið at nærkast, og fólk byrja at tosa og spyrja – ja, so kemur kappróðrarfepurin aftur, og so endar ein aftur umborð.
– Í ár kom fepurin tó ikki fyrr enn í mars. Møguliga er tað eitt tekin um, at áhugin hjá mær er í ferð við at minka.
Við teimum royndum sum hon hevur, sigur tað seg sjálvt, at Solby hevur nakað at læra manningarnar, ið koma til í Klaksvíkar Róðrarfelag, og eftirhondini eru tær manningarnar ikki so fáar, sum hon hevur hjálpt til at finna rætta áralagið, títtleika o.s.fr.
Tað er júst á hesum øki, at Solby kundi hugsað sær at hildið fram at hjálpt til í felagnum, eisini tá hon ikki longur verður bundin eitt heilt kappróðrarár sum róðurskvinna hjá eini manning.
– Tað er stuttligt at arbeiða við ungum rógvarum og síggja, hvussu skjótt tey finna útav tingunum, sigur roynda róðurskvinnan, sum seinastu dagarnar saman við øðrum royndum fólki í felagnum hevur ráðgivið og lagt Fípu-gentunum lag á.

Bara gjørligt við
stuðuli heiman.
Solby Eliasen er vanliga blaðkvinnan, sum spyr og skrivar um onnur, og tað liggur ræði fyri hjá henni. Hon hevur í nokkso rúma tíð verið eitt tað mest skrivandi blaðfólkið hjá Sosialinum í Norðoyggjum.
Men nú er tað øvugt eina lítla løtu – Norðlýsið hevur biðið um eitt prát við hana, og hon er eisini hjálpsom – hon veit, hvussu strævið tað kann verða at sita okkaramegin borðið.
Hvussu ber tað so til, at ein 26 ára gomul mamma at 2 børnum, ið eisini hevur eitt krevjandi starv sum blaðkvinna, hevur vilja, orku og umstøður at vera bátsformaður umborð á einum av fremstu kappróðrarbátunum her á landi?
– Sum nevnt skal ein fyrst og fremst sjálvur hava tann neyðuga hugin og viljan til tað, sum ein fæst við, men tá tað er sagt, má eg skunda mær at leggja afturat, at hetta als ikki hevði latið seg gjørt, um eg ikki fekk uppbakking heimanífrá – tað sigur seg sjálvt.
– Eg eri í tí hepnu støðu, at hava ein mann, og familju, sum altíð bakkar upp – annars hevði hetta fyri langari tíð síðan verið yvirstaðið.

Frá 18. plássi
til FM-heitið.
– Eg var 15 ára gomul, tá eg í 1992 fyri fyrstu ferð settist umborð á ein kappróðrarbát, men í veruleikanum havi eg ikki sjálv havt ár í hond so øgiliga leingi, tí tað gekk bara ein stutt tíð, so varð eg spurd, um eg vildi verða róðurkvinna.
Síðani 1992 hevur Solby so at siga hvørt ár sitið við róðuri. Tó er tað komið fyri, at hon hevur avloyst onkran rógvara.
– Fyrstu ferð eg róði kapp, endaðu vit sum nr. 18, so ein kann siga, at eg eri byrjað á botni.
Men hvørji hava so tey bestu úrslitini verið?
– Størsti sigurin var í 2001, tá vit vunnu FM-heitið við Páll Fanga. Tað sama gjørdu genturnar við Fípuni Føgru (tær, sum nú rógva við Páll Fanga) og menninir við Nevinum Reyða, so tað var eitt ógloymandi sigursár hjá Kl. Róðrarfelag.
– Áðrenn tað var ognanin av ferðasteypinum á Vestanstevnu í 1994 tann størsti sigurin, greiðir Solby frá og fer síðan yvir ímóti tí stóru hyllini í venjingarhølinum hjá róðrarfelagnum, har ein mongd av steypum standa.
– Hetta steypið sær kanska ikki út av so nógvum, men tað ber boð um sigrar hjá Páll Fanga kvinnum, og í 1994 vunnu vit tað fyri fimtu ferð og harvið eisini til ognar.

Væl rikið felag.
Nógv er broytt innan kappróður, síðan Solby byrjaði at rógva kapp í 1992.
– Tey fyrstu árini máttu manningarnar sjálvar skipa fyri flutningi av teirra báti til og frá kappingunum.
– Eg minnist onkran túrin, at vit sótu uppi í bátinum og sungu og hugnaðu okkum í øllum kuldanum, meðan hann varð fluttur við lastbili, vørubili ella trailara.
– Í dag er hetta heilt øðrvísi. Felagið hevur eina sera virkna leiðslu, sum ger nógv fyri manningarnar. Hygg bara at tí stórarbeiði, sum Kristian Eli (Zachariasen) og Fróði (Waag) gjørdu í sambandi við Norðoyastevnuna. Tað var ikki smávegis, teir løgdu úr hondum.

Brúk er fyri
fleiri ungum.
Nú fellur prátið inn á framtíðina hjá kappróðrinum í Norðoyggjum, sum Solby eisini hevur nakrar hugsanir um.
– Vit mugu ásanna, at kappróðurin framvegis ikki hevur vunnið sær nóg stóra undirtøku millum tey ungu. Í ár luttekur felagið við eini gentumanning og eini dreingjamanning, og tað eru vit sjálvandi glað fyri, men samstundis er greitt, at tað helst skulu vera fleiri ung, sum rógva kapp, um vit skulu økja talið av manningum tey komandi árini.
– Vit í nevndini hava onkuntíð tosað um, at okkurt átti at verðið gjørt fyri at fáa fleiri ung at rógva kapp. Til dømis kundu vit hugsað okkum, at skúlarnir nýttu høvið til at fara umborð við nøkrum næmingum fyri at vísa teimum hesa ítróttina, sum samstundis hevur so djúpar røtur í søgu okkara.
– Í lærugreinini fimleikur verða fleiri ymiskar ítróttargreinar íðkaðar, so tað hevði kanska verið eitt hugskot hjá fimleikalærarum eisini at roynt kappróður. Tað gevur sjálvandi eitt sindur av eyka arbeiði og fyrireiking, tí báturin skal flotast o.s.fr., men eg ivist ikki í, at tað hevði verið ein uppliving fyri næmingarnar.

Samanhald
fremur sigur.
Men hvussu ber tað til, at Klaksvíkar Róðrarfelag, sum er so lutfalsliga nýtt felag, megnaði at vinna heili 3 føroyameistaraheiti í 2001?
– Tað er ilt at siga, men eitt, sum eyðkendi tað árið, var eitt framúr gott samanhald. So kanska var tað samanhaldið, sum elvdi til sigrarnar, tí ongantíð hevur tað verið so stuttligt at verið við sum í 2001.
– Sjálvandi bleiv hugurin hjá rógvarunum styrktur av, at tað gekk so væl, sum tað gjørdi, men tá vóru vit so mong, og aldursmunurin millum yngst og elst var sera stórur, men kortini var felagið við 50 aktivum limum næstan sum eitt, tá vit ferðaðust og vandu. Øll vóru væl og komu væl út av tí saman.
– Mín vón er, at tað framhaldandi skal verða eyðkenni fyri Klaksvíkar Róðrarfelag, segði Solby at enda í samrøðuni við Norðlýsið.