Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen, landsliðsmálverji: Eg fari sjálvandi at veita KÍ eina hjálpandi hond

John William Joensen

Landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, fer at stuðla KÍ til UEFA CUP dystin móti Molde, men hevur ongar ætlanir um at gerast partur av KÍ-hópinum

Jákup Mikkelsen verður ikki við Molde tá norska liði møtir KÍ í UEFA cup kappingini í augustmánaða.
Hann sigur tað hava stóran týdning at KÍ er væl fyri tá teir møta Molde.
 
Gongur og bíðar
Sáttmálin hjá Jákupi gongur út tann 1. juli og Jakup sigur at hann er glaður fyri tíðina í Molde, hóast hann ikki hevur fingið spælitíð.
” Í løtuni eri eg í bíðistøðu til sáttmálin gongur út, men tá eg hyggja aftur á tíðina í Molde kann eg ikki annað enn gleðast, hóast eg ikki fekk nøktandi spælitíð á norska liðnum.
Tað er sjálvandi eitt stórt minus at eg ikki eri slopin á liði, men tað skal leggjast afturat at eg havi verið sera væl viðfarin av fólkunum, sum varða av felagnum.”
Sambart avtalu millum leiðsluna í Molde og føroyska landsliðsmálverjan, sleppur Jákup ókeyps burtur úr sáttmálnum, og kann tí frítt gera sáttmála vit tey feløg hann ynskir.
”Í løtuni er ikki nakað felag upp á tal, og tí fara eg og familjan fyrst í summarfrí, og so mugu vit síggja hvat tað blívur til.”
 
Neyvan til KÍ.
Spurgdur um hann kundi hugsað sær at komið aftur til KÍ, sigur Jákup, at tann møguleikin liggur kanska úti í framtíðini, men í løtuni ætlar hann at halda fram sum yrkisleikari uttanlanda.
”KÍ hevur ein góðan málverja og tí dugi eg ikki at síggja, at tað er so aktuelt hjá KÍ at fáa nýggjan málverja.”
 
Jákup ætlar sær at stuðla KÍ
Tá tosið fall inn á UEFA CUP dystin millum Molde og KÍ, segði Jákup at hann sjálvandi skuldi hjálpa KÍ-venjarunum við at leggja slagplan móti norska liðnum.
”Leikararnir á Molde liðnum eru sera væl fyri kroppsliga.
Vit hava ikki spælt sera væl í ár, men tað at leikararnir hava verið væl fyri kroppsliga hevur gjørt at vit hava fingið úrslit.
Tí er alneyðugt at KÍ leikararnir verða væl fyri, um teir skulu gera sær nakrar tankar at spæla upp við norska liði.
Molde er sera gott defentsivt og hevur ein spælimessiga sterkan miðvøll.
Men tá tað er sagt, so er fótbótlurin, sum Molde spælir, ikki serliga tekniskur.
Liði brúkar nógv at spæla langar bóltar úr verjuni, framm í álopið, síðani aftur á vongin, og so inn í felti.”
 
Fleiri porfilar
Tað eru nakrir leikarar á Molde liðnum, sum Jákup metir hava stóran týdning fyri liðið.
”Magni Hoseth (norskur landsliðsleikari) og liðskiparin Dánjal Berg Hestad eru leikarar, sum kunnu gera nakað sjálvir og slíkir leikarar hava fyrr víst seg at vera sera vandamiklir fyri føroysk lið.”
Jákup sigur at tað er tó eingin ivi um at norrmenn vanta at vinna á KÍ og at hetta sjálvandi kann verða ein fordeilur fyri klaksvíkingarnar.
”So skjótt sum lutakasti varð liðugt bleiv eg uppringdur av KÍ-venjaranum, og fari eg sjálvandi at ráðgeva honum við tí, sum eg veit um norska liðið, men eg má undirstrikað at tað verður alt annað enn ein løtt uppgáva at møta Molde, og tí er sera umráðandi at KÍ-leikararnir eru væl fyri, skulu teir gera sær vónir um at vinna á normonnum.