Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

.. so spegilklárt og deyðastilt og himmalreint –

John William Joensen

”Gud signi mítt føðiland Føroyar” hjá Fríðrik Petersen, var eina tíð tjóðsangur, og veðrið í morgun fær ein at hugsa um orðini sum so væl lýsa okkara elskaða føðiland.

Eg oyggjar veit, sum hava fjøl og grøna líð,
og taktar eru tær við mjøll um vetrartíð;
og áir renna vakrar har og fossa nógv;
tær vilja allar skunda sær í bláan sjógv
Gud signi mítt føðiland Føroyar.
 
Og tá ið veðrið tað er gott um summardag,
og havið er so silvurblátt um sólarlag,
so spegilklárt og deyðastilt og himmalreint –
tað er ein sjón, eg veit, tú vilt væl gloyma seint.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.
 
Men tá ið stormur spælir lag um fjallatind,
og bylgjurnar tær rúka av stað sum skjótasta hind,
og brimið stórar klettar ber langt upp á møl –
Tá bát at temja gaman er við stýrisvøl’.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.
 
Mítt føðiland tað fátækt er, eg veit tað væl –
Ei gullsand áin við sær ber um fjalladal;
men meðan líðin elur seyð og havið fisk,
so fæst við Guds hjálp dagligt breyð á føroyings disk.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.
 
Mítt føðiland tað er ei stórt sum onnur lond,
men so væl hevur Gud tað gjørt við síni hond,
at alla tíð tað til sín dregur hjarta mítt;
tí rúm tað best í Føroyum hevur at sláa frítt.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.
 
Mítt føðiland! Tað ynski mær í hjarta er,
at lukkan góð má fylgja tær á tíni ferð,
so leingi sólin roðar í fjøll um morguntíð,
og skuggi fer um grønan vøll og bratta líð.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.