Avgerðin hjá Fiskimálaráðnum at flyta veiðloyvini hjá Skørini og Barinum yvir á Jógvan S, var ólóglig.Tað er endaliga niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum, sum hevur eftirlit við umsitingini hjá landsstýrinum
Kelda: Útvarp Føroya, 24. juni 2003 kl. 17:00
Landstýrismálanevndin hevur viðgjørt eina klagu frá Felagnum Línuskip, um at flyta veiðuloyvini hjá Skørini og Baranum yvir á fyrrverandisum nú eitur Jógvan S.
Grundgevingin fyri niðurstøðuni hjá nevndini er, at atlitini, ið lógu til grund fyri avgerðina, vóru ósaklig.
Nevndin vísur í hesum sambandi á at hóast lógin áleggur landsstýrismanninum at gera reglur um, hvussu fiskiorka verður rokna út, og um mannagongd fyri samanleggin og umsiting, so er hetta ikki gjørt.
Landsstýrismálanevndin sigur, at tað hereftir er upp til landsstýrismannin í fiskuvinnumálum, løgmann ella Løgtingið at taka støðu til møguligar fyrisitingarligar, politiskar og rættarligar avleiðingar av frágreiðing og niðurstøðum hjá landsstýrismálanevndini.




