Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappróðrarbátarnir í Jóansøkuróðrinum: Eingin gull-rúsur hesaferð heldur

(
John Færø)

Fípu-manningarnar endaðu hesa ferð báðar millum aftastu bátarnar, bæði í gentu- og dreingjaróðrinum. Væl betur gekst Páll Fanga-manningunum, sum báðar vunnu bronsu, har menninir vóru áleið 3 sekund frá at vinna og kvinnurnar 2 sekund frá sigrinum.

Menninir við Páll Fanga lógu á odda fyrsta partin av teirra róðuri, til Jarnbardur og Smyril um miðan róður fingu teir aftur.
Eftir hetta var tað ein long og hørð kapping millum teir tríggjar bátarnar, Stráluna og Lóm, sum endaði við, at Jarnbardur vann framman fyri Smyril og Páll Fanga, sum gjørdust nr. 2 og 3, meðan Strálan gjørdist nr. 4 og Lómur nr. 5.
Munurin frá Páll Fanga fram til vinnaran, Jarnbard, var minni enn 3 sekund.

6-mannafør
við kvinnum.
Heldur ikki hesaferð eydnaðist tað Páll Fanga kvinnum at vinna á Gongurólvi, sum saman við Jarnbardi fór fyrstu um málið, sum ávíkavist nr. 1 og 2 framman fyri Páll Fanga, sum gjørdist nr. 3 í Jóansøkuróðrinum.
Sostatt vunnu Páll Fanga kvinnur eisini bronsu, og men teirra úrslit var tó tað besta hjá Norðoya-bátunum, tí tær vóru eitt lítið sekund nærri nr. 1 í teirra bólki enn menninir vóru.

5-mannafør
við dreingjum.

Fípudreingirnir fingu eina rættiliga vánaliga byrjan í róðrinum suðuri á Trongisvágsfirði, har teir frá byrjan lógu í aftara endanum av bátunum.
Fyrst hoyrdist á útvarpsmanninum, at teir lógu næstaftastir, men nakað seinni segði hann frá, at Fípan Fagra var aftast. Teir endaðu tó næstaftastir.
Í tættari kapping var Havfrúgvin fyrst um málstrikuna, síðani Sílið Tjaldrið, Blikur og Junkarin.

5-mannafør
við gentum.

Fípu-genturnar fingu eina heldur laka byrjan í róðrinum, har tær frá byrjan lógu í aftara endanum av feltinum.
Móti endanum vísti tað seg, at Fípu-genturnar vóru á trið-aftasta plássi.
Tíðir og úrslit
frá Jóansøku:


(kelda: www.krf.fo)

Fimmmannafør, dreingir
1 Havfrúgvin 05.01.19
2 Sílið 05.04.05
3 Tjaldrið 05.10.12
4 Blikur 05.15.18
5 Junkarin 05.19.10
6 Kollur 05.26.15
7 Fípan Fagra 05.29.05
8 Báran 05.29.06
Royndin Fríða 00.00.00

Fimmmannafør, gentur
1 Sílið 05.23.19
2 Havfrúgvin 05.23.51
2 Drekin 05.23.51
4 Blikur 05.25.32
5 Ørnin 05.33.43
6 Firvaldur 05.36.32
7 Junkarin 05.43.68
8 Tjaldrið
9 Fípan Fagra 05.55.58
10 Hulda 05.56.16
11 Kollur

Seksmannafør, kvinnur
1 Gongurólvur 05.08.02 1G
2 Jarnbardur 05.09.18 1G
3 Páll Fangi 05.10.00 1G
4 Lómur 05.10.10 1G
5 Smyril 05.22.04 1G
6 Fuglfirðingur 05.32.21 1G
7 Fortuna 05.34.16

Seksmannafør, menn
1 Jarnbardur 07.22.19
2 Smyril 07.23.05
3 Páll Fangi 07.25.16
4 Strálan 07.26.16
5 Lómur 07.26.19
6 Sølmundur 07.29.08
7 Sundabáturin 07.31.17
8 Gongurólvur 07.33.24
9 Riddarin 07.40.22
10 Snopprikkur 07.53.07
11 Hvessingur 07.54.01

Áttamannafør
1 Ørvur 07.02.10
2 Kvívíkingur 07.04.06
3 Argjabáturin 07.05.12
4 Knørrur 07.13.00
5 Teistin 07.35.03

Tíggjumannafør
1 Nólsoyingurin 09.10.19
2 Eysturoyingur 09.14.05
3 Havnarbáturin 09.18.13
4 Vestmenningur 09.26.18

Harleyfacadeacryl