Í vikuni lág hesin seglbáturin við bátabrúgvarnar í Klaksvík. Hann kom úr Týsklandi.
Av havnaskrivstovuni frætta vit, at tað hava ikki verið nógvir slíkir bátar á vitjan higartil í ár. Havnaskrivstovan hevur bert verið í samband við einar fimm slíkar bátar og flestu teirra koma úr Onglandi.
Christian Olsen av Kunningarstovuni sigur, at kunningarstovan hevur ikki so nógv samband við hesar seglbátarnar, tó at manningarnar vitja inn á gólvið viðhvørt. Við týska seglbátinum, sum lág við bátabrúgvarnar í vikuni, var maður og kona.




