Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggi Skálaberg komin á Klaksvík

Oliver Joensen

Í góðveðrinum í kvøld, um 7 tíðina, kom nýggja flaggskipið í føroyska fiskiskipaflotanum á Klaksvík.

Nógv varð gjørt burturúr tá nýggja snotuliga farið hjá JFK-Trol kom á Klaksvík. Longu tá skipið varð komið í fjørðin var hópur av bátum og tóku ímóti. Tá komið var inn á Pollin varð skipa so fyri, at Biskupsstøðbáturin róði fremstur, síðani komu Norðan og Dragan, aftaná teimum nýggi Skálaberg og síðani ein riðil av bátum.
Á Kósabrúnni, har Skálaberg legði at, var stór móttøka, sum byrjaði við fýrverki tá skipið kom inn ímóti, Klaksvíkar Hornorkestur spældi, borgarstjórin helt røðu, Brandur Enni sang tjóðsangin og at enda helt stjórin í JFK-konsernini, Hanus Hansen eina røðu har hann at enda bjóðaði øllum vælkomnum umborð at síggja skipið.
Meira um Skálaberg teir komandi dagarnar.