Tað hevur gingið heldur betur eftir hálvleikssteðgin, hóast Molde framvegis er tað betra liðið. Lagnum á klaksvíkingunum bilar í øllum førum einki, soleiðis sum KÍ-sangurin rungar á stadion.
Eyðun Klakstein er komin inn fyri Allan Joensen, og í løtuni hitar Símun Joensen upp til at verða skiftur.




