Nú sperrurnar í nýggju læknamiðstøðini eru reistar, kann staðfestast, at kommunan framvegis heldur fast um tann partin av miðbýarætlanini, ið snýr seg um byggisnið. Í øllum førum eru tekjurnar á Politistøðini og Læknamiðstøðin báðar gjørdar í neystasnið.
Miðbýarætlanin, sum býráðið nú fyri mongum árum síðan samtykti fyri fyrstu ferð, hevur ymisk eyðkenni, sum ganga aftur í fleiri av teimum bygningum, sum ætlanin leggur upp til.
Eitt av hesum eyðkennum eru tekjurnar. Ætlanin leggur upp til, at bygningarnir hava tekjur í minna um tær eyðkendu neystatekjurnar, sum í so mong ár hava sett dám á samfelag okkara.
Norðuri á Stongunum sæst hetta sama sniðið aftur í teimum stóru bygningunum, har JFK Heilsøla og Kl. Timburhandil í dag húsast, politistøðin, sum er partur av sjálvari miðbýarætlanini hevur eisini hetta sama tekjusniðið, og nú kunnu vit so staðfesta, at nýggja læknamiðstøðin, sum júst er reist, í so máta er meinlík politistøðini.
Sum skilst, verður ein bygningur bygdur afturat í miðbýnum. Hetta er nýggi skrivstovubygningurin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, sum skal liggja beint norðan fyri nýggju læknamiðstøðina.
Ímillum nýggja læknamiðstøðina og Tryggingarfelagið verður ein arkada, sum í framtíðini ætlast at verða ein av inngongdunum til sjálvan miðbýin.
Við læknamiðstøðini og bygninginum hjá Tryggingarfelagnum kann sigast, at gongd so smátt er komin á byggingina av miðbýnum, sum í so mong ár bert hevur ligið á tekniborðinum. Sum skilst verður eisini arbeitt við øðrum stórum byggiætlanum, sum eru partar av hesi somu miðbýarætlan.




