Alt hevur gingið sum eftir ánni við ferðingini hjá KÍ-kvinnunum til Hollands.
Tær fóru við Atlantsflog í morgun og lendu til tíðina í Billund og harfrá fór ferðalagið til Amsterdam við Mærsk.
Heri Ellingsgaard sigur, at tey í ferðalagnum eru sera væl nøgd við ferðina til Hollands. Vit eru í kvøld á hotellinum í Noordwijk, sum kann sigast at vera hampuligt. Tað er ikki eitt hotel við nógvum stjórnum, men tað vitstu vit frammanundan. Nú vit hava verið her nakrar tímar, er lagið gott á øllum. Tá vit lendu í Amsterdam, vóru fólk frá hollendska liðnum ímóti okkum við bussi, so sigast má, at vit hava als ongar trupulleikar havt á ferðini.
KÍ , Fulham og Moldoviska liðið eta morgunmat og búgva á sama hotelli og tá talan er um høvuðsmáltíðir, so eta somu liðini á eini restaurant sum liggur tætt við har vit búgva.
Okkara kvinnur senda tær bestu heilsanir heim til øll.




