Úrslitini hjá fremsta mansliðnum hjá KÍ hava í ár verið sera óstøðug í landskappingini ja, so óstøðug, at tað er eitt fast mynstur fyri, hvussu tey hava skift. Til dømis hevur KÍ í ár ongantíð vunnið tveir sigrar á rað í landskappingini!!
Við einum undantaki er tað soleiðis, at KÍ í landskappingini í ár higartil hevur vunnið annan hvønn dyst. So fast hava úrslitini hjá liðnum skift millum sigur og tap ella javnleik.
Gongdin í úrslitunum í landskappingini hevur higartil verið hendan: SIGUR-javnleik-SIGUR-javnleik-SIGUR-tap-SIGUR-tap-tap-SIGUR-tap-SIGUR-tap
Ja, tað er næstan ótrúligt, at hetta ikki skal verða tilrættalagt frammanundan, so fast er skiftið millum úrslitini.
Undantakið í mynstrinum eru dystirnir ímóti NSÍ og HB, sum KÍ tapti báðar.
Úrslitini hjá KÍ í landskappingini hava higartil verið hesi:
Ímóti Úrslit
GÍ úti 1-0 SIGUR
VB heima 2-2 Javnleikur
EB/St úti 1-0 SIGUR
B68 heima 0-0 Javnleikur
Skála úti 2-0 SIGUR
B36 úti 1-7 Tap
FSV heima 2-0 SIGUR
NSÍ úti 0-4 Tap
HB heima 1-2 Tap
GÍ heima 1-0 SIGUR
VB úti 0-1 Tap
EB/St heima 4-1 SIGUR
B68 úti 1-3 Tap
Írestandi dystir:
B36 heima 31/8
Skála heima 14/9
FSV úti 21/9
NSÍ heima 28/9
HB úti 5/10
Um gongdin í úrslitunum heldur fram sum higartil, so skulu vit kanska rokna við hesum úrslitum restina av kappingini:
Sigur ímóti B36, javnleik ímóti Skála, sigur ímóti FSV, tap ímóti NSÍ og sigur ímóti HB !!!




