Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðið útstykkjar nú til fleiri sethús undir Grashjalla

(
John Færø)

Rættilig ferð er nú komin á sethúsaútstykkingarnar undir Grashjalla. Fyri stuttum vórðu 24 grundstykki seld, har fleiri sethús eru í gerð, og nú fer býráðið víðari. Vegarbeiðið longur norðureftir er byrjað, og til várs verða 14 grundstykki afturat klár at selja.

Úr býráðnum frætta við, at bíðilistin eftir grundstykkjum til sethús í løtuni telur umleið 80 persónar.

Hetta er orsøkin til, at býráðið hevur gjørt av at halda fram við útstykkingunum á slættanum norðuri undir Grashjalla, har lendið er væl egnað til sethús.

Fyrra útstykkingin har norðurin fevndi um 24 grundstykki, og 2. byggistig, sum nú verður framt, fer at geva 14 stykki afturat.

Í stuttari viðmerking upplýsir Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri, at henda útstykkingin fer at verða liðug til várs, samtundis sum arbeitt verður við útstykkingum á øðrum økjum í kommununi.