Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentanarhús í 100 ára føðingardagsgávu!

John William Joensen

– Hetta hevur helst størri týdning, enn møguligt er at síggja í dag

Klaksvíkar Býráð kann á 100 ára degi kommununnar at víga býnum eitt alment og vælvirkandi mentanarhús
Eitt mentanarhús, sum skal vera forum fyri alla livandi mentan í býi okkara.
Í løtuni verður arbeitt við einum uppskoti, sum hevur verið umrøtt í seinastuni. Nógv nýggj og týdningarmikil vitan er komin fram í tí arbeiðinum og fleiri tættir í uppskotinum eru sera áhugaverdir og kunnu brúkast í endaligu verkætlanini.
Men vit eiga eftir mínum tykki at taka uppskotið um tónlistaskúla úr verkætlanini. Tónlistaskúlin hoyrir ikki heima í mentanarhúsinum, men skal hava egin hóskandi høli til síni endamál.
Hinvegin skal mentanarhúsið hýsa okkara alskyns mentan og ikki knýtast beinleiðis til eitt endamál.
Hetta sjónarmið havi eg fyrr í ár boðað nevndini frá, sum arbeiðir við uppskoti til mentanarhús.
Men áðrenn tað verður tosað ov nógv um karmarnar, mugu vit spyrja, hví vit skulu hava eitt stórt og flott mentanarhús. Eg fari niðanfyri at loyva mær at koma við míni hugsan hesum viðvíkjandi.

Arbeiði ikki nóg mikið
Men mangt broytist á mansins ævi og kanska ongantíð so nógv sum seinastu 20 árini.
Tá stóra flytingin til Klaksvíkar fór fram í 50- og 60 árunum, var tað tí fólk á útoyggj og aðrastaðni søktu sær arbeiði.

Onnur krøv vórðu ikki sett
Um vit skulu satsa uppá eina líknandi tilflyting tá koyrandi er úr meginøkium, so mugu vit gera okkum greitt, at tað verða aðrar og nýggjar fortreytir, sum verða avgerandi fyri, um fólk velja sær Klaksvík til heim.
Hetta kemst fyrst og fremst av, at tá fast samband er veruleiki, so er tað ikki avgerandi, at bústaðurin og arbeiðsplássið eru í sama øki. Fólk kunnu búgva á Viðareiði, í Fuglafirði – ja, enntá vesturi í Bø – og arbeiða í Runavík, ella í Norðdepli. Ella ein kann búgva í Klaksvík og arbeiða næstan hvar tað skal vera.

Ein robustur samanhangur
Nei, tað sum fólk meir og meir ynskir, er at búgva á einum stað, sum hevur eitt fjølbroytt og livandi mentanarlív! Eitt stað, har tað ber til at liva, sum ein sjálvur ynskir at liva. Júst í hesum høpi vísir tað seg, at íløgur í eitt livandi, fjølbroytt mentanarlív eru av eins stórum týdningi, sum íløgur í t.d. vegir og havnir.
Tølini í fleiri kanningum vísa, at tað er ein robustur samanhangur millum mentanarligan opinleika og búskaparligan vøkstur (t.d. hjá Richard Florida: ‘The Rise of the Creative Class’, Basic Books, 2002, her víst til endurgeving í Mandagmorgen nr. 27).
Tað sæst týðuliga innan vinnugreinar sum gransking og menning, tónleik, film, sjónleik, leikur og spøl, reklamu, móta, list o.s.fr., sum ganga nógv fram, har tað verður satsað uppá mentanina.
Tað er sostatt ikki bert ein munandi betri trivnaður, sum spyrst burturúr einum aktivum mentanarpolitikki, men sanniliga eisini ein fjølbroyttur búskaparvøkstur.

Aftur til mentanarhúsið
Klaksvíkin hevur altíð fostrað eitt rímiliga fjølbroytt mentanarlív, sum bæði røkkur aftur í tíðina og er her í dag.
Tað er fjølbroytni, menningin og orkan í hesum livandi arbeiði, sum er orsøk til, at vit av álvara eiga at planleggja eitt mentanarhús.
Við tí náa vit tveimum stórum málum. Vit koma fyri tað fyrsta at skapa nógv betri karmar fyri tí sum fer fram í dag og fyri tað næsta eina rívandi menning á mentanarøkinum.
Sæð úr hesum sjónarhorni er tað upplagt, at karmarnir í einum komandi mentanarhúsi eru opnir fyri øllum mentanarlívinum – bæði klassiksu hámentanini og vanligu fólkamentanini – og ikki læsast fastir til ávís endamál. Mentanarhúsið má tiskil ikki gerast eitt einstakt ‘prestisju projekt’ fyri ávísar partar av mentanini.

Ein gyltur møguleiki
Fáa vit ikki eitt hús sum kann hýsa alt frá t.d. filmun til sjónleikir, frá ungdómstiltøkum til listaframsýningar, frá rokkfestivalum til klassiskar konsertir, so missa vit ein gyltan møguleika at skapa júst tann útviklingin við mentanini í front, sum vit síggja aðrastaðni og sum vit hava so nógv fyri neyðini, tá Klaksvíkin í 2006 verður latin upp fyri Føroyska meginøkinum.
Mentannarhúsið eigur tí at gerast partur av einum høgt raðfestum mentunarpolitikki, sum skal stýrast av greiðum og almennum málsetningum til frama fyri fjølbroyttu mentanini.
Hetta mál snýr seg í síðsta enda um at fáa fólk og arbeiðspláss til okkara øki og harvið tryggja betri trivna og fjølbroyttan búskaparvøkstur.
Tí er tað bæði í tøkum tíma og eitt gott og týdningarmikið hugskot, at skapa býnum eina slíka rimmar føðingardagsgávu, tá kommunan fyllir 100 ár um fimm ár.

Rani Nolsøe, Býráðslimur